Ítróttasamband Føroya hevur um vikuskiftið luttikið á aðalfundi hjá Altjóða Oyggjaleikanevndini, IGA, í Álandi.

 
Føroysku umboðini undir vitjanini: Petur Elias Petersen, Ninna R. Ørvarodd og Sølvi R. Hansen 

Føroysku umboðini hesa ferð vórðu Sølvi R. Hansen, forseti, og Petur Elias Petersen, varaforseti. Ninna R. Ørvarodd frá umsitingini var eisini við á ferðini, sum, umframt aðalfundin, eisini fevndi um vitjanir av ítróttarøkjum og bústaðarmøguleikum, ið koma at verða nýtt í samband við Oyggjaleikirnar 2009. Vitjanir vóru fríggjadagin og leygardagin fyrrapart.


Bermuda skrivar undir avtaluna um at skipa fyri leikunum: Jon Gazzard Bermuda IGA, ítróttamálaráðharrin á Bermuda El James, løgfrøðisligi ráðgevin hjá IGA Geoff Karran og Jon Beard Bermuda IGA

Aðalfundurin leygardagin atkvøddi endaliga fyri, at Bermuda gerst vertur fyri leikirnar í 2013. Atkvøðugreiðslan hevði ikki so nógv uppá seg, eftirsum hin oyggin, ið hevði søkt um leikirnar, Prince Edward Island, tók seg aftur í vár. Við atkvøðugreiðsluni varð tó staðfest, at komandi leikirnir verða hesir:
2009 Áland
2011 Isle of Wight
2013 Bermuda


Petur Elias Petersen og Sølvi R. Hansen á aðalfundinum

Av størri áhuga fyri Føroyar vóru ynskini um at gerast vertur fyri leikirnar í framtíðini. Tey eru eftir aðalfundin hesi:
2015 Føroyar, Gotland, Ynys Mon og Jersey
2017 Menorca og Gotland
2019 Gotland

Sum tað sæst, er kappingin um 2015 hørð. Ítróttasamband Føroya setti í vetur saman við Mentamálaráðnum og kommunufeløgunum ein bólk at kanna, hvørji stig mugu takast, um Føroyar skal gerast vertur í 2015. Í høvuðsheitum koma trý viðurskifti at avgera møguleikarnar hjá Føroyum at vinna boðið:
-gistingarmøguleikar og -kostnaður
-kostnaðurin av ferðing
-hvørjar ítróttagreinar, vit velja at hava við

Sambært reglunum skal vertslandið bjóða sær at skipa fyri í minsta lagi 12 og í mesta lagi 14 av teimum 18 oyggjaleika-ítróttagreinunum:
badminton, bogaskjóting, borðtennis, bowling, fimleikur, flogbóltur, fótbóltur, frælsur ítróttur, golf, judo, kurvabóltur, sigling, skjóting, squash, súkkling, svimjing, tennis og triathlon.

Á aðalfundinum varð eisini kunnað um fyrireikingarnar til leikirnar í 2009 og 2011. Meiri verður at frætta um tær í næstum.