Frágreiðing frá Pál Weihe:

Fundirnir um landið, sum ÍSF, Heilsumálaráðið og Fólkaheilsuráðið í felag skipaðu fyri eru nú av. Tað hevur verið væleydnað. Byrjað varð í Norðurlandahúsinum 11. mars, og síðani varð farið til Klaksvíkar, Skopunar, Hovs, Toftir og Sørvágs.

Skráin hevur verið drúgv, 2-3 tímar og nógv fólk hava lagt fram. Ein fastur táttur hevur verið, at tey ymisku landsstýrisfólkini hava sagt frá sínum hugsanum og sínum vónum á økinum og eisini í summum førum greitt frá sínum lyftum. Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharri hevur greitt frá Fólkaheilsuætlanini.

Men at skapa møguleikar hjá fólki at røra seg er ikki bara ein uppgáva hjá Heilsumálaráðnum, men ein felags uppgáva fyri øll ráðini. Kaj Leo Johannesen, løgmaður vil tryggja at málini í Fólkaheilsuætlanini verða framd, og at atlit til fólkaheilsu skulu seyra ígjøgnum í øllum lutum í samfelagnum.  Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum vil arbeiða fyri, at vegakervið verður skipað soleiðis, at tað ber til at súkkla, ganga og renna. Helena Dam á Neystabø vil arbeiða fyri, at dagstovnar og skúlar skulu gera kost- og rørsluætlanir fyri børnini og um neyðugt økja um tíðina í skúlatíðini, har rørsla er á dagsskránni. Eisini hava Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Jóhan Dahl, landsstýrimaður í vinnumálum sagt sína hugsan um, hvussu rørsla kann fremjast innan teirra øki.

Hví skulu vit røra okkum?
Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum hevur á fundunum greitt frá teimum læknafrøðiligu grundgevingunum fyri at røra seg, og tær eru nógvar og góðar, tí rørsla virkar upp á nógvar ymiskar partar av likaminum. Pál gjørdi nógv burtur úr at greiða frá, at tað at røra seg ikki bara er ein spurningur um at fáa vøddarnar at nýta orku, men líka so nógv ein spurningur um at ”vekja” vøddarnar, soleiðis at hesir kunnu gera ymisk kemisk evni, sum verða latin í likamið, og sum hava gagnliga ávirkan á ymisk likamsgøgn sum t.d. æðralagið, livur, brisið og heilan.

Eisini greiddi hann frá, hvussu støðan er viðvíkjandi rørslu hjá føroyingum. Í stuttum ber til at siga, at u.l. ein triðingur rørir seg lítið og einki. Tey góðu tíðindini eru, at bert eitt lítið sindur av rørslu hvønn dag helst er nóg mikið til at fáa meginpartin av tí góðu ávirkanina á heilsuna, sum rørsla kann geva. Hetta merkir sambært  danska Heilsustýrinum t.d. ein hálvan tíma kvikliga gongd um dagin og harumframt pøsandi rørslu tvær ferðir 20 minuttir um vikuna. Tey góðu tíðindini eru eisini, at sjálvt tey, sum røra seg lítið og einki við at røra seg bara eitt sindur meira, kunnu fáa ein rættiliga stóran ágóða.

Kropslig venjing og heilsa
Magni Mohr, sum er ítróttafysiologur, greiddi frá sambandinum millum konditión, t.v.s. iltupptøkuførleika og váða fyri deyða av ymsum orsøkum, og hann vísti á ta serliga áhugaverda fyribrigdið, at tað tykist at vera meiri umráðandi at røra seg enn bert at vera klænur og inaktivur, t.v.s. heldur prúður og virkin enn klænur og óvirkin. Men sjálvandi er best, um fólk ikki viga ov nógv og samtíðis eisini eru likamsvirkin.

Eisini greiddi Magni Mohr frá, at tann rørslumátin, ið børn av sær sjálvum finna, tykist at vera tann mest gagnligi fyri heilsuna, tí at her eru rørslurnar so ymiskar, og ikki bara tær einsháttaðu, sum tá ið tú t.d. bara rennur. Í barnaspæli eru skjótar rørslur, seinar rørslur, óvæntaðar rørslur o.s.fr.. Tað er helst henda samansetingin, sum er so góð fyri fólk.

Hvat ítróttafeløgini kunnu gera
Umboð fyri ítróttafeløgini hava síðani sagt frá, hvussu ítróttafeløgini ímynda sær, at føroyingar kunnu fáa gagn av tí, sum ítróttafeløgini longu gera saman við sínum limum. Her verður hugsað um, hvussu sparkivallir o.a. kann brúkast av fólki, sum hevur áhuga. Feløgini ætla at royna at gera sítt til at fáa tey, sum als ikki røra seg, til at íðka ítrótt. Tey, sum hava lagt fram fyri ítróttafeløgini, hava verið Sølvi Reinert Hansen, ÍSF-forseti, Virgar Hvidbro, FSF, Finn Johannesen, ÍSF og Katrin Joensen, ÍSF.

Býarskipan og rørsla
Dávur Winther, sum er mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu, greiddi frá, hvussu Klaksvíkar kommuna hevur tikið til sín boðskapin um ein sunnan lívsstíl og hevur saman við Fólkaheilsuráðnum gjørt ein faldara um, hvussu tað ber til at liva sunt í Klaksvík. Serliga hava tey gjørt nógv burtur úr at vísa klaksvíkingum allar tær egnaðu gongugøturnar í býnum og rundan um býin. Hetta hevur sambært Dáva borið ríkiligan ávøkstur, tí nógv fólk í Klaksvík eru við í teimum rørsluátøkum, sum nú eru regluliga eina ferð um vikuna. Tað eru nógv, sum røra seg bæði innandura um veturin og uttandura í tí veðurgóðu árstíðini.

Eldri og rørsla
Fysioterapeuturin Benadicta Ellingsgaard og ergoterapeuturin Martha Reyðberg frá Nærverkinum greiddu frá, hvussu tær hava megnað at gera búfólkini á Mørkini í Streymnesi nógv meiri likamsvirkin og harumframt hava bjóðað heimabúgvandi eldri fólkum at koma á Mørkina, men eisini til Ellisheimið í Vágum. Tær hava spurt fólkini, sum luttaka, hvat teimum líktust á, og svarið hevur verið sera jaligt. Tær undra seg yvir, hvussu væl tey eldru møta til venjingarnar, og hvussu hugagóð tey eru. Tað er týðiligt at síggja, at summi av teimum hava gjørt stóra framgongd yvir lutfalsliga stutta tíð. Tankin er bæði at styrkja, men eisini at mýkja vøddalagið soleiðis, at tey megna sum longst t.d. at reisa seg við egnari megi og at tey verða so sterk, at tey ikki detta av veikleika.

Rørsla á arbeiðsplássum
Hákun Djurhuus, stjóri á SEV hevði áhugaverda framløgu um, hvussu hann var vorðin ítróttaáhugaður sum einstaklingur. Hetta komst heilt einfalt av, at hann kom til eitt umhvørvi, har hini vóru likamliga virkin, og so vildi hann vera við.

Sum stjóri á Shell hevði hann í fyrstuni hildið, at hetta var eitt mál fyri hin einstaka og ikki fyri arbeiðsgevaran, men hann hevði spakuliga broytt hugburð, soleiðis at hann í dag vil gera sum mest fyri, at tey, sum arbeiða hjá honum, fáa høvi at venja likamið eisini í arbeiðstíð. Tey høvdu skipað fyri, at arbeiðsplássið gav eitt ískoyti til t.d. at fara í venjingarhallir.

Eisini gjørdi Hákun vart við, at í dagliga arbeiðinum er tað umráðandi at gera sær arbeiðsvanar, sum bera í sær rørslu, t.d. at fara til gongu at tosa við ein persón, sum t.d. situr á eini aðrari hædd, heldur enn bert at senda ein mail ella sms. Hákun helt eisini, at tað var ógvuliga sannlíkt, at tað virkið, sum investerar í likamsvirkni hjá medarbeiðarunum, fær tað aftur í produktiviteti heilt einfalt, tí trivnaðurin veksur.

Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum
Óli Jákup Joensen, fyrrverandi skúlaleiðari á Norðskála-Oyrar skúla greiddi frá hvussu tey høvdu roynt at fingið likamsvirkni innbygt í hvønn einasta skúladag. Tey høvdu ikki brúkt kostnaðarmikil ting, men gjørt tað, sum frá náttúruni lá fyri hond. T.d. høvdu tey fingið stórar steinar í skúlagarðin, og tað elska børnini at klatra í.

Hann hevur eisini lagt merki til, at har sum súkklubreyt er til skúlan, har súkkla børnini í og úr skúla, men har sum eingin súkklubreyt er, súkklar eingin, tí foreldrini av góðum grundum sýta fyri tí.

Eli Hentze, skúlalærari greiddi frá áhugaverdum tiltaki, sum Sands skúli hevur gjørt fyri at eggja skúlabørnum at ganga ella súkkla í skúla, heldur enn at foreldrini koyra tey. Skúlin hevur skipað fyri eini kapping, har tey, sum ganga/súkkla oftast, kunnu vinna eina súkklu, meðan tey, sum ganga/súkkla minni eru við í lutakasti um peningagávu.

Rørsla hjá børnum á dagstovnum
Tóra Johannesen, dagstovnaleiðari greiddi  frá, hvussu tey høvdu gjørt ein ítróttabarnagarð á Toftum. Tey eru so heppin at liggja tætt við ítróttaøki, og har er lag á manni hjá børnum at vera úti, og tey tyktust at stórtrívast.

Jakob Skaaning, pedagogur segði frá útibarnagarðinum Mýrifípuni, hvussu rørsla er ein týdningarmikil partur av degnum hjá børnunum, meðan tey eru á stovninum.

Fríða Eystberg, dagstovnaleiðari greiddi frá, hvussu barnagarðurin í Skopun arbeiðir við at fáa rørslu inn í gerandisdagin hjá børnunum.

Samanumtikið áhugaverdir dagar við nógvum tosi í steðginum við ymsum ítøkiligum uppskotum frá teimum, sum løgdu fram, men eisini frá fundarfólkinum. Vónandi fer hetta átak at seta gongd í okkurt soleiðis, at føroyingar fara at røra seg meir.

Næsta átakið verður fyrsta summardag 25. mai, tá Fólkaheilsuráðið mælir føroyingum til, í tann mun tað ber til, at seta bilin og í staðin ganga.

Pál Weihe
Formaður í Fólkaheilsuráðnum