Til aðalfund Ítróttasamband Føroya 28. mai 2004 helt 
Heðin Mortensen, ÍSF-forseti hesa formansfrágreiðing:

Formansfrágreiðing 2003-2004
Tað er at fegnast um, at ítróttur og rørsla tykjast gerast ein alt størri partur av gerandisdegnum hjá hvørjum einstakum føroyingi. Bæði hjá teimum, ið sjálvi íðka ítrótt, ella eru við í tí stóra sjálvbodna arbeiðinum, ið verður gjørt innan ítróttin kring landið. Og hjá teimum, ið fylgja við, og hava áhuga fyri ítróttarligu avrikunum hjá feløgum og einstaklingum. 

Fjølmiðlarnir eru hvønn dag á tremur av tíðindum frá ítróttarheiminum, og lítil ivi er um, at tey eru mong, ið hava serligan áhuga fyri júst tí partinum av tíðindunum, sum snýr seg um ítrótt. 

Jú, ítróttarørslan er ein sonn fólkarørsla. At eitt so lítið samfelag skal hava so nógv ítróttarligt virksemi er ivaleyst eindømi. Hetta virksemið er treytað av, at einstaklingar kring landið taka uppgávurnar í einum ítróttafelagi uppá seg. Sjálvbodnu kreftirnar eiga heilt einfalt lívið í ítróttinum. 

Vit hava í øktan mun lagt til merkis, at landsmyndugleikarnir geva ítróttini størri ans. Skilt á tann hátt, at teir í øktan mun ynskja at gagnnýta dynamikkin í ítróttini, og ta betringina av fólkaheilsuni, ið ítróttin gevur ungum og gomlum kring landið. Vit innan ítróttarørsluna fegnast sjálvsagt um, at alt fleiri fáa eyguni upp fyri ítróttinum.

Men samstundis mugu vit mina á, at umhvørvið í sjálvbodnu ítróttarørsluni er minst líka viðkvæmt sum umhvørvið í náttúruni. Tað er eingin sjálvfylgja, at ítróttarvenjingar og -kappingar verða fyriskipaðar. Tað er eingin sjálvfylgja, at ítrótturin hevur amboð og verkløg. Og tað er eingin sjálvfylgja, at feløg og landslið eru í fremstu røð í marknaðarføringini av Føroyum uttanlands. 

Hetta viðkvæma sjálvbodna umhvørvið innan ítróttin tolir ikki, at eitt nú landsmyndugleikar vilja eyðræna tað, fyri at fáa nógv burturúr fyri lítið. 

Tað er av alstórum týdningi, at allir myndugleikar standa saman um at verja sjálvbodnu ítróttarørsluna. Tann týdningur, sum hon hevur fyri samfelagið sosialt og heilsuliga, kann ikki gerast upp í krónum og oyrum. Samstundis ber ikki til at keypa seg til ta orku og tann eldhug, ið verður lagt í tað sjálvbodna arbeiðið.

Onkur hevur tikið til, at sjálvboðið arbeiðið er tað, ið vit ikki høvdu gjørt, um vit fingu løn fyri tað. Og soleiðis er tað mangan. Gleðin í ítróttarligum arbeiði kemst av at síggja fólk venja og kappast, ella at síggja rómin, tá ítróttarligu avrikini eru góð.
Býtið av landskassastuðli 
Stuðulin til ÍSF á fíggjarlógini fyri 2003 var 2 mió. kr. Hetta er sama upphædd, sum hevur verið tillutað okkum nú í nógv ár. Peningurin er játtaður til rakstur av ÍSF og sersambondunum. Aðrar mettar inntøkur eru 500 túsund krónur í limagjaldi, gjøldum frá útvarpi og sjónvarpi, Happadráttargrunninum og øðrum. 

Soleiðis verður samlaða inntøkan 2,5 mió kr. 1,1 mió. kr. verða nýttar til rakstur, og síðani verður restin býtt millum sersambondini soleiðis:

Býtið av Landskassastuðlinum 2003
Sersamband
Upphædd
Fótbóltssamband Føroya
89.680
Hondbóltssamband Føroya
192.340
Flogbóltssamband Føroya
192.340
Róðrasamband Føroya
107.380
Føroya Fimleikasamband
107.380
Ítróttasamband Fyri Brekað
107.380
Svimjisamband Føroya
145.140
Judosamband Føroya
107.380
Badmintonsamband Føroya
107.380
Borðtennissamband Føroya
107.380
Deildarsambandið fyri Nýstovn. Ítrótt
50.740
Ríðisamband Føroya
50.740
Skjótisamband Føroya
50.740
Frælsur Ítróttur Føroya
29.500
Sambandið fyri Súkkling og Triathlon
29.500
Íalt
1.475.000

Ítróttarferðir
Umframt játtanir til ÍSF, FSF og ÍSB játtaði løgtingið í 2003 3,7 mió. krónur til ítróttaferðir innanlands. Henda upphædd var umleið 2 mió. kr. hægri enn undanfarin ár. 

Orsøkin til hækkingina er nýggja kortskipanin til ítróttaferðir. Gamla skipanin, har ítróttafeløgini nýttu sonevndar „gular seðlar“ at ferðast við, varð avloyst av eini skipan, har ítróttafólk ístaðin fingu elektronisk kort at ferðast við. Við skipanini ber til hjá ítróttafólki at ferðast til kappingar og venjing.
Fyrimunirnir eru eyðsýndir. Við elektronisku kortunum ber til at skráseta, hvør hevur ferðast hvar og at lesa hetta inn í eina telduskipan. 

Nýggja skipanin hevur lætt um hjá ítróttarleiðarum og einstaklingum, ið ferðast til ítróttatiltøk kring landið. Samstundis fer at bera til framyvir at gera sær eina greiða mynd av, á hvørjum farleiðum ferðingin í ítróttarørindum fer fram. 

Við gomlu avtaluni bar illa til at hava eftirlit við, hvør ferðaðist í ítróttaørindum. 

Ein partur av avtaluni við almennu myndugleikarnar var, at Ítróttasamband Føroya tók á seg fulla fíggjarliga og umsitingarliga ábyrgd av skipanini við ítróttaferðum. Eftir drúgvar samráðingar varð avtala undirskrivað við Strandfaraskip Landsins um flutning av ítróttafólki. Skipanin varð sett í verk 1. februar 2003. Í allari tilgongdini legði ÍSF dent á at gera eina skipan, ið stimbraði ítróttarligum virksemi – serliga í útjaðarinum, og har gott eftirlit var við, hvussu skipanin varð nýtt. 

Í játtanini varð heimilað landsstýrimanninum í Mentamálum at flyta peningin, ið ikki varð nýttur til ítróttaferðir til ÍSF. Men val varð útskrivað í úrtíð, og tí var eingin, ið kundi gera hesa flyting. Úrslitið var, at ítrótturin misti umleið 500.000,- kr. í 2003. 

Í fíggjarlógini fyri 2004 hevur tingið so valt at skera játtanina til ítróttarferðir við 300.000,- kr. 

Í 2003 kendi ÍSF tað sum sína uppgávu at tryggja, at nýtslan til ítróttaferðir ikki fór út um játtanina í tí trúgv, at eitt møguligt yvirskot onkursvegna kom ítróttinum til góða, men soleiðis bleiv ikki. Og tí kann sigast, at støðan líkist tí, ið var við gomlu skipanini, har játtanin frá landinum fylgdi nýtsluni. 

Framyvir er tí ilt at meta um, hvørt ÍSF fer at síggja tað sum sína uppgávu at avmarka nýtsluna til tað, ið játtað er av tinginum. Hetta tí, at tingið hevur valt at geva ÍSF stríðið av at umsita skipanina, meðan fíggjarligi ágóðin av einum møguligum yvirskoti er skerdur.

 

Ítrótta- og ungdómsráðgevin
Ítróttasamband Føroya hevur síðani heystið 2002 havt ein ítrótta- og ungdómsráðgeva. Talan er um eina royndarskipan, ið endar á heysti 2004. 

Ráðgevin verður fíggjaður av tí partinum av veddingarpeninginum, sum Mentamálaráðið umsitur. Ráðgevin hevur farna tíðarskeiðið loyst ymsar uppgávur fyri ÍSF. Nevnast kunnu samskifti og samstarv við feløg, sersambond, altjóða felagsskapir og almennar myndugleikar. 

Ítróttasamband Føroya vónar, at Mentamálaráðið onkursvegna fer at gera sítt til, at skipanin kann halda fram. Skjøtul er settur á nógvar nýggjar verkætlanir innan- og uttanlands, ið fara fyri bakka, um skipanin við ítrótta- og ungdómsráðgevanum ikki heldur fram.

 

Norðurlendskur stuðul
Norðurlendska Ráðharraráðið lutar á hvørjum ári eina játtan sundur millum Ísland (50%), Grønland (22%) og Føroyar (28%). Dentur verður lagdur á, at stuðul serliga verður latin til tiltøk fyri ung, og at kynsbýtið er javnt. 

Stuðulin var hesu ferð býttur soleiðis:

Býtið av stuðlinum frá Norðurlendska Ráðharraráðnum 2003
Ítróttargrein
Upphædd
Oyggjaleikanevndin
53.000
ÍSB
33.000
Volleyball
30.000
Athletics
30.000
Handball
30.000
Swimming
30.000
Judo
20.000
Badminton
15.000
Gymnastics
15.000
Róður
15.000
Table tennis
12.000
Archery
10.000
Triathlon
8.000
Íalt
301.000

Veddingin
Veddingarlógin í Danmark varð endurskoðað á vári 2003, og hevði hetta við sær, at Fólkatingið viðtók eina nýggja veddingarlóg. Danska veddingarlógin
umfatar nú ikki veddingina í Føroyum, og eru Føroyar tí ikki við í danska veddingarlyklinum, men fara úr, og mugu sostatt hava eina seravtalu við donsku tipstænastuna. Ítróttavedding tók beinanvegin upp samráðingar við leiðsluna í Dansk Tipstjeneste, og nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður í Havn í juli 2003.

Nýggju viðurskiftini hava við sær, at Føroyar nú fáa ágóða eftir teirri upphædd, sum spæld verður fyri her heima. Somuleiðis er skipað fyri, at Føroyar, frá 1. august 2003, ikki skuldu gjalda avgjald til danska statin. 

Nýggja avtalan varð løgd fyri landsstýrið til góðkenningar, men tað vóru tvey viðurskifti, sum landsstýrið ikki kundi taka undir við. Annað var áramálið, sum lógin ásetur kann vera í mesta lagi 5 ár, og hitt er býtið av avlopinum, sum er ásett at vera innan 3. mðr. eftir roknskaparlok. Áramálið var lætt at broyta, men við tað at Dansk Tipstjeneste ikki kann geva endaliga tilsøgn um avlopið fyrr enn eftir aðalfundin hjá teimum í mei, mátti Løgtingið gera broytingar í veddingarlógini soleiðis, at teir 3 mðr. vórðu broyttir til seks, og samsvarar hetta eisini við smápartafelagslógina. Broytingaruppskot varð lagt fyri Løgtingið í nov. 2003, men datt burtur, tá val varð útskrivað í des. 2003. Uppskotið var aftur lagt fyri tingið í vár, og er nú samtykt. 

2003 var fyrsta árið, har skavispøl vóru at fáa hjá føroysku veddingarumboðunum, og hetta er ein av grundunum til, at spælihugurin hevur verið so góður, sum úrsltið í roknskapinum vísir.

Peningurin fyri 2003 er júst komin til landið. Tað vísir seg, at føroyingar hava spælt so mikið nógv, at upphæddin, ið skal útlutast er nakað hægri, enn hon var undir gomlu skipanini. Hóast vit fegnast um, at upphæddin er økt, mugu vit minnast, at upphæddin sum føroyingar nú fáa, er tengd at spælinum í Føroyum og sveiggjunum í føroyska búðskapinum. 

Tí er tað torført at meta um, hvussu stór upphæddin verður frá veddingini komandi árini. 

Inntøkurnar hjá Sp/f Ítróttavedding frá Dansk Tipstjeneste verða útlutaðar í tríggjar partar.

Býtið sær soleiðis út:

Útlutingin av peningi frá Sp/f Ítróttarvedding 2003
Stovnur/felag
%-býtið
1999
     
Føroya Landsstýri
20%
1.820.000
     
Ítróttasamband Føroya
60%
5.460.000
     
Føroya Ungdómsráð
20%
1.820.000
     
Íalt
100%
9.100.000
     
Útlutingin av peningi frá Sp/f Ítróttarvedding 2003
Stovnur/felag
%-býtið
2000
     
Føroya Landsstýri
20%
1.260.000
     
Ítróttasamband Føroya
60%
3.780.000
     
Føroya Ungdómsráð
20%
1.260.000
     
Íalt
100%
6.300.000
     
Útlutingin av peningi frá Sp/f Ítróttarvedding 2003
Stovnur/felag
%-býtið
2001
     
Føroya Landsstýri
20%
1.330.000
     
Ítróttasamband Føroya
60%
3.990.000
     
Føroya Ungdómsráð
20%
1.330.000
     
Íalt
100%
6.650.000
     
Útlutingin av peningi frá Sp/f Ítróttarvedding 2003
Stovnur/felag
%-býtið
2002
     
Føroya Landsstýri
20%
1.330.000
     
Ítróttasamband Føroya
60%
3.990.000
     
Føroya Ungdómsráð
20%
1.330.000
     
Íalt
100%
6.650.000
     
Útlutingin av peningi frá Sp/f Ítróttarvedding 2003
Stovnur/felag
%-býtið
2003
     
Føroya Landsstýri
20%
1.330.000
     
Ítróttasamband Føroya
60%
3.990.000
     
Føroya Ungdómsráð
20%
1.330.000
     
Íalt
100%
6.650.000
     
Útlutingin av peningi frá Sp/f Ítróttarvedding 2003
Stovnur/felag
%-býtið
2004
     
Føroya Landsstýri
20%
1.900.000
     
Ítróttasamband Føroya
60%
5.700.000
     
Føroya Ungdómsráð
20%
1.900.000
     
Íalt
100%
9.500.000
     

Ítróttasamband Føroya fær størsta partin av nettoyvirskotinum frá Sp/f Ítróttavedding, 60%. Hesin peningurin hevur ein heilt greiðan býtislykil. Frá at verða lutaður í 70 partar í 2000, verður hann nú býttur í 77,5 partar, harav 65 partar fara til ymsu sersambondini, og restin fer til felags virksemi. 

Hvussu peningurin verður lutaður, avger stjórn ÍSF á hvørjum ári.

Býtið av veddingarpeninginum til sersambondini 2003 og 2004
Sersamband
Partar
2003
2004
Fótbóltssamband Føroya
12
617.806
882.581
Hondbóltssamband Føroya
8
411.871
588.387
Flogbóltssamband Føroya
8
411.871
588.387
Róðrasamband Føroya
4
205.935
294.194
Føroya Fimleikasamband
4
205.935
294.194
Ítróttasamband Fyri Brekað
3
154.452
220.645
Svimjisamband Føroya
6
308.903
441.290
Judosamband Føroya
3
154.452
220.645
Badmintonsamband Føroya
4
205.935
294.194
Borðtennissamband Føroya
3
154.452
220.645
Deildarsambandið fyri Nýstovnaðan Ítrótt
2,5
128.710
183.871
Ríðisamband Føroya
2,5
128.710
183.871
Skjótisamband Føroya
2,5
128.710
183.871
Frælsur Ítróttur Føroya
1,25
64.355
91.935
Sambandið fyri Súkkling
og Triathlon
1,25
64.355
91.935
Íalt
65
3.346.451
4.780.645


Ítrótturin og almennu myndugleikarnir

Samskiftið við almennu myndugleikarnar hevur yvirhøvur verið gott farna árið.

Ítróttaálit
Seinasta summar setti táverandi landstýrismaður í Mentamálum ein arbeiðsbólk við tveimum umboðum fyri ÍSF og einum umboði fyri Mentamálaráðið, ið skuldi arbeiða við at orða eitt ítróttaálit. Arbeiðið er drúgt, eftirsum brótast skal upp úr
nýggjum. ÍSF og sersambondini hava verið aktivur partur av arbeiðinum við álitinum. Hetta er samstundis gott høvi til sjálvrannsakan hjá einstøku
ítróttargreinunum. Hvar eru vit í løtuni, og hvar ynskja vit at vera um nøkur ár?

ÍSF vónar at nýggja landsstýrið framhaldandi fer at stuðla hesum týðandi arbeiði, sum er farið í gongd.

Kanning av sjálvbodnum arbeiði
ÍSF setti eina kanning í gongd í 2003 av virðinum av sjálvbodna arbeiðinum í ítróttarfeløgum kring landið. Arbeiðið við kanningini heldur fram.

Føroysk dopinglóg
ÍSF fegnast um, at Heilsumálaráðið er í ferð við at gera eina føroyska dopinglóggávu, so herferðin móti ólógligum stimbrandi evnum gerst uppaftur betri.

Rørsluár
ÍSF hevur fyrr heitt á landsmyndugleikarnar at gera eitt serligt „rørsluár“, eins og roynt hevur verið í onkrum av grannalondunum. Hóast nógv verður tosað um fólkaheilsu, og ÍSF er klárt at fara til verka, hava almennu myndugleikarnir ikki enn vilja tikið ábyrgd av hesum tiltaki.

Samstarv við Hetland
Á heysti 2003 gjørdi Mentamálaráðið eina avtalu við Shetland Council um mentunarligt samstarv. Fyrsta ítøkiliga úrslitið av hesum samstarvi er at síggja í 2004, tá ymsir ítróttabólkar fara úr Føroyum til Hetlands at kappast.

Annað samstarv
ÍSF fegnast um, at ítrótturin varð boðin við í ein arbeiðsbólk, ið skuldi gera uppskot til ein yvirskipaðan mentunarpolitikk.

Samstundis fegnast ÍSF um, at Mentamálaráðið hevur havt umboð fyri føroysku ítróttarrørsluna við í ráðlegging á Norðurlendska barna- og ungdómsøkinum.

Útlendingamálið
Hóast undanfarna landsstýrið arbeiddi við at gera eina skipan, ið kundi hjálpa føroyskum ítróttafeløgum at fáa venjara- og leikarastyrk uttan úr heimi, tykist nú stígur at vera komin í hetta arbeiði. Tí er stórur vandi fyri, at tann førleikamenningin, ið útlendski styrkurin í stóran mun hevur havt við sær, fer at steðga á.

Nýggja landsstýrið hevur boðað frá, at tað ikki hevur í hyggju at gera eina serskipan fyri útlendsk ítróttafólk, sum ítrótturin annars hevur ynskt. Við
verandi støðu fer Innlendismálaráðið ikki at viðmæla, at útlendsk ítróttafólk, sum hava ófaklært arbeiði við síðuna av ítróttinum, fáa uppihaldsloyvi
í Føroyum. 

Avleiðingarnar eru sera álvarsamar fyri ítróttin. Feløgini megna ikki at gjalda útlendsku leikarunum fulla løn. 

ÍSF hevur havt fundir við Innlendismálaráðharran og Mentamálaráðharran og sent bræv til Løgmann. Men tað tykist ikki, sum nakar hevur hug at gera eina skipan, sum ítrótturin kann liva við. 

Tað hevur verið skotið upp, at feløgini skulu lata útlendsku ítróttafólkunum løn. Men ÍSF er hart ímóti hesum uppskoti. Partvís megna feløgini ikki at gjalda slíkar upphæddir. Samstundis hevur tað altíð verið eitt eyðkenni fyri føroyskan ítrótt, at fólk íðka og skipa fyri kappingum av áhuga. Hetta er júst styrkin við ítróttinum. 

Um landsmyndugleikarnir seta ynski fram um eina professionalisering av ítróttinum, leggja teir eftir sjálvum grundarlagnum undir teimum meiri enn 100 ítróttarfeløgunum kring landið. Um ítrótturin skal professionaliserast, má tað vera eftir ynski frá ítróttinum, og ikki fyri at lætta um umsitingina hjá landsmyndugleikunum.

Dopingroyndir
Dopingeftirlitið er komið í eina fasta legu. Í 2003 vóru íalt 21 kanningar gjørdar. Higartil eru kanningar gjørdar av ítróttafólkum innan flest allar ítróttagreinir. Higartil hava øll úrslitini tíbetur verið negativ. Vónandi er regluliga eftirlitið við til
at tálma møguligari misnýtslu framyvir eisini. 

Føroyska dopingeftirlitið fylgir reglunum hjá altjóða antidoping felagsskapinum WADA. Tað er alneyðugt, at ítróttafólk kring landi kunna seg um, hvørji evni eru á dopinglistanum. Dopingeftirlitið kunnar støðugt um virksemið á hesum økinum.

Dopingroyndir í 2003
Ítróttargrein
Royndir
Table tennis
1
Gymnastics
3
Volleyball
5
Athletics
2
Handball
8
Kappróður
2
Íalt
21

Nýggj tryggingaravtala
Ítróttasamband Føroya gjørdi í 2003 nýggja avtalu um kollektiva vanlukkutrygging fyri ítróttafólk. Hóast hendan tryggingin ikki fevnir um allar
skaðar, fatar hon um øll ítróttafólk í Føroyum, tó ikki tey, ið eru sáttmálasett. Mælt verður tó til, at feløgini taka tryggingarspurningin í álvara, so limirnir í felagnum eru væl vardir.

:: Altjóða samstarv

Norðurlendski Felagsfundurin

Umboð fyri Ítróttasamband Føroya tóku lut í árliga Norðurlendska fundinum í Svøríki. Í nógvar mátar líkist ítrótturin í ymsu norðurlondunum. Tí er hesin árligi fundurin gott høvi at samskifta um felags áhugamálini.

Team Norden
Fýra ung ítróttafólk umboðandi hondbólt, flogbólt, fimleik og frælsan ítrótt, tóku lut í ungdómstiltakinum Team Norden, ið hesu ferð var í Grønlandi. Tiltakið, ið er ætlað ungum ítróttarleiðarum, verður fyriskipað av norðurlendsku ítróttarsambondunum í felag. 

Endamálið er, at ungir ítróttarleiðarar hittast eitt vikuskifti fyri at fáa íblástur, býta um hugskot og skapa kontaktir. Slíkar altjóða royndir eru óivað við til at styrkja um ítróttin heima í Føroyum.

COJI
Ítróttasamband Føroya var, eftir áheitan frá felagsskapinum COJI, ið fyriskipar oyggjaleikum fyri ung, á fundi við nevndina í felagsskapinum. Hóast arbeiðið hjá felagsskapinum var áhugavert, metti stjórnin ikki, at føroyski ítrótturin í løtuni hevði fíggjarligu karmarnar til at taka lut í hesum samstarvinum. Leikirnir verða fyriskipaðir á hvørjum ári. Luttakandi oyggjarnar eru flest allar í Miðjarðarhavinum.

ENGSO
ÍSF tók lut á aðalfundinum hjá evropeiska felagsskapinum fyri ítróttasambond í apríl 2004. Hetta var gott høvi at samskifta við onnur ítróttasambond um rákið innan ítrótt í ymsu evropeisku londunum. Hóast stórur munur er á stødd og grundarlagi, eru nógvar avbjóðingar, ið eru felags fyri ítróttin í Evropu.

Oyggjaleikir á Guernsey
Oyggjaleikir vóru á Guernsey í juli 2003. Eini 160 føroysk ítróttarfólk umframt hópin av viðhaldsfólki høvdu lagt leiðina niður á Guernsey. Ítróttarligu úrslitini vóru sum vanligt frálík, og vit fingu hesu ferð 6 gull, 10 silvur og 12 bronsu heiðursmerki.

Samanlagt gjørdust Føroyar nummar 8 í røðini av teimum 23 luttakandi oyggjasamfeløgunum.

Føroysku heiðursmerkini á Guernsey 2003

Gull
Føroyar – Bogaskjóting – Compound head-to-head knock-out lið
Heri Ziska – Frælsur ítróttur – Klingruvarp
Føroyar – Fótbóltur – Fótbóltur kvinnur
Helgi W. Olsen – Fimleikur – Ringar
Ásbjørn Hansen – Svimjing – 50 m bringa
Føroyar – Flogbóltur – Flogbóltur kvinnur

Silvur
Føroyar – Bogaskjóting – Compound
Føroyar – Frælsur ítróttur – Hálvt marathon kvinnur
Høgni R. Øster – Fimleikur – Gólv – bundin kapping
Helgi W. Olsen – Fimleikur Lop – bundin kapping
Helgi W. Olsen – Fimleikur – Barrir
Gutti Harryson – Fimleikur – Ringar
Helgi W. Olsen – Fimleikur Lop – frí kapping
Føroyar – Fimleikur – Gólv og lop menn
Føroyar – Svimjing – 4×50 m blandað menn
Føroyar – Flogbóltur – Flogbóltur menn

Bronsa
Schandorff Vang – Bogaskjóting – Compound head-to-head knock-out
Schandorff Vang – Bogaskjóting – Compound
Sigrid K. Vang – Bogaskjóting – Compound
Bogi Lenvig – Frælsur ítróttur – 5000 m renning
Heini H. Joensen – Frælsur ítróttur – Spjótkast
Gunnar Dahl-Olsen – Súkkling – Landavegskoyring
Høgni R. Øster – Fimleikur – Gólv og lop – bundin kapping
Helgi W. Olsen – Fimleikur – Gólv – frí kapping
Tórarin H. Petersen – Fimleikur – Barrir
Ásbjørn Hansen – Svimjing – 100 m bringa
Føroyar – Svimjing – 4×50 m frí menn
Kjartan Eli Hentze – Borðtennis – Einstaklingar
Grannarnir fyri sunnan, Hetland, skipa fyri komandi leikunum í 2005. Fyrireikingarnar eru væl ávegis, og tey ítróttafólkini munnu vera nógv, ið
líta fram móti leikunum. 

Um Føroyar skulu bjóða seg til at skipa fyri Oyggjaleikum aftur, mangla enn øki til skjóting og bogaskjóting. Eisini manglar frælsi ítrótturin karmar. Tað er alneyðugt, at almennu myndugleikarnir og alt samfelagið annars samstarva, um eitt slíkt megnar tiltak skal fyriskipast í Føroyum aftur. 

Í november valdi stjórnin eina nýggja oyggjaleikanevnd. Formaðurin, Petur Elias Petersen, bar seg undan afturvali. Í hansara stað varð Sølvi Reinert Hansen valdur. Hinir limirnir, Sofus Johannesen og Katrin Joensen, vórðu afturvaldir.

IOC
Ítróttasamband Føroya hevur endurnýggjað umsóknina um olympiskan limaskap. Eitt stórt arbeiði er lagt í at gera umsóknina so fullfíggjaða sum
gjørligt. Hetta hevur verið ein lang tilgongd, ið m.a. hevur havt við sær, at stórar broytingar vórðu gjørdar í lógini hjá ÍSF fyri nøkrum árum síðan. Við umsóknini vórðu lagdar váttanir um føroyska limaskapin í 9 altjóða sersambondum, og stuðulsbrøv frá ítróttasambondum og olympiskum nevndum í flest øllum Norðurlondum, umframt frá løgmanni og danska forsætismálaráðharranum.

Umsóknin er í løtuni til viðgerðar hjá IOC. Bíðað verður í spenningi eftir, um Føroyar verða upptiknar sum limur í felagsskapinum. Yvirhøvur skilja evropeisku londini sjálvstøðugu støðuna hjá Føroyum. Men IOC er ein stórur felagsskapur við nógvum ymsum áhugamálum, og tí er ilt at meta um, hvørt tað fer at eydnast at fáa olympiskan limaskap á hesum sinni.

European Fair Play Movement
Ítrótttasamband Føroya søkti í 2003 um limaskap í Evropeiska Fair Play Felagsskapinum. Hóast nevndin hjá felagsskapinum upprunaliga vísti stóran
áhuga fyri føroysku umsóknini og bjóðaði Føroyum at taka lut á aðalfundinum, tá umsóknin skuldi viðgerast, hálsaði hon í seinastu løtu um, og valdi bert at bjóða Føroyum atlimaskap. Ítróttasamband Føroya metti ikki, at tað sum hægsti
myndugleiki innan ítrótt í Føroyum hevði áhuga fyri einum atlimaskapi og valdi tí at taka seg úr samstarvinum við felagsskapin.

Viðurkenningar
Ítróttasamband Føroya gjørdi í 2003 av at lata formonnunum í donsku og íslendsku ítróttasambondunum, Kai Holm og Ellert B. Schram, gullnál ÍSF fyri teirra ótroyttiliga virksemi føroyskum ítrótti at frama. Teir hava í ymsum høpum verið við til at stula føroyingum í arbeiðinum fyri altjóða viðurkenning.

Ítróttasavnið
Ítróttasavnið varð sett á stovn eftir Oyggjaleikirnar í Føroyum við tí endamáli at savna og varðveita lutir, ið hava týdning fyri føroyska ítróttasøgu. Sambært reglugerðini fyri savnið verða limirnir valdir av aðalfundinum hjá ÍSF. Ásannandi at tað er ein stór fyritøka at fara undir at gera eitt savn, harmast ÍSF kortini um, at lítið og einki er hent við savninum enn, eftirsum roknast kann við, at fleiri
áhugaverdir savnslutir fara fyri skeyti hvørt ár.

Umstøður hjá ítróttinum
Fótbóltssambandið tók nýggjan stásiligan bygning í nýtslu í fjør. Hóast FSF verður saknað í ÍSFhúsinum, geva hølini øðrum sambondum møguleikan at betra um sínar umstøður. Hetta hevur m.a. gagnað Flogbóltssambandinum, Róðrarsambandinum og ÍSB. 

Sjálvt ÍSF-húsið er annars nakað slitið, og treingir til stórar ábøtur, um tað skal vera karmur um virksemið hjá ÍSF og sersambondunum framyvir. Onkrar ábøtur eru gjørdar í ár. 

ÍSF hevur sett eitt skrivstovufólk, so nú hevur sambandið tvey starvsfólk. ÍSF vónar við hesum, at tænastustøðið og samskiftið við feløgini verður betri. Tað er alneyðugt fyri virksemið hjá ÍSF, at eitt støðugt samskifti er við tey, ið dagliga arbeiða við at fyriskipa ítróttin kring landið.

Endi
Sum vit hava víst á, hevur virksemið í føroyska ítróttarheiminum verið sera fjøltáttað seinasta árið. Samstarvað verður við nógvar ymsar myndugleikar og felagsskapir í Føroyum og úti í heimi. Hóast árið gav nógvar góðar ítróttaligar upplivingar, sum t.d. á oyggjaleikunum, er tað hugvekjandi, hvussu nógv orka verður nýtt til virksemi, ið meiri skal geva ítróttinum góðar karmar, heldur enn beinleiðis ítróttarvirksemi. 

Eg fari at enda vegna starvsnevnd og stjórn at takka øllum feløgum og leiðarum fyri eitt ár, sum var merkt av sera góðum samstarvi og ikki minst dygdargóðum arbeiði. 

Somuleiðis vil eg takka Føroya Løgtingi, Føroya Landsstýri, Mentamálaráðnum, kommunum og almennum myndugleikum annars, Strandfaraskipum Landsins, Tryggingarfelagnum Føroyum, Atlantic Airways, vinnu- og handilslívi, sum á ymsan hátt hava verið við til at skapa føroyskari ítrótt fyritreytir at virka undir. 

Samstundis eiga fjølmiðlarnir eina stóra tøkk uppibornað fyri ótroyttiliga at bera tíðindi og frásagnir frá ítróttarligum virksemi her heima og úti í heimi. Við teirra arbeiði eru teir við til at spreiða gleðina við ítróttinum til alt fleiri fólk.

Heðin Mortensen, forseti