Í oktober mánaða í ár, luttók Ítróttasamband Føroya á evropeiskum fundi í Keypmannahavn.
ÍSF er limur í ENGSO, European Non Govermental Sports Organisations, sum er ein felagsskapur fyri ítróttasambond í Evropa. Eitt av evnunum, sum varð sett á skránna hesa ferð var “nýhugsandi samstarv”.
ÍSF heitti á limir sínar at senda inn dømir við nýhugsandi samstarvi. Dømini vórðu síðan send til ENGSO.
Eitt av føroysku dømunum var verkætlanin “Firvaldar” , sum er eitt samstarv millum fimleikafelagið Ljósið og Krabbameinsfelagið. “Firvaldar” er fimleikur fyri menn og kvinnur, sum hava ella hava havt krabbamein og familjur teirra. Tað serliga við hesum er, at tað er í einum vanligum fimleikafelag, og at familjan eisini hevur møguleika at luttaka.
ENGSO metti “Firvaldar” at vera eitt av bestu dømunum um nýskapandi samstarv, sum komu inn, og ynsktu tey tí eina framløgu á evropeiska fundinum. Ein av venjarunum í “Firvaldum”, Annika H. Lindenskov, sum eisini er ítrótta- og ungdómsráðgevi hjá ÍSF, hevði eina framløgu á fundinum, og varð hetta væl móttikið. Birgitta Kervinen, presidentur í ENGSO, heilsaði verkætlanini við týdninginum av, at ítróttur er fyri øll og ynskti, at verkætlanin kann geva íblástur til onnur ítróttafeløg í Evropa.
Engso hevur útgivið ein faldara við dømunum um nýhugsandi samstarv, har verkætlanin “Firvaldar” eisini er umrødd. Faldarin kann heintast á hesari leinku: http://www.engso.com/Data4/Engso_2012.pdf