Løgtingsmál nr. 100-26/2002: 
Viðvíkjandi skúlafráveru í sambandi við ítrótt

1. Nú tosað verður nógv um fólkaheilsu, tekur landsstýrismaðurin so undir við, at meiri rørsla og ítróttur eru neyðug í skúlunum, og at vit eiga at eggja teimum ungu at røra seg meira í skúla og frítíð?

2. Hvønn týdning heldur landsstýrismaðurin føroysk ítróttarlandslið hava fyri ta umtalu, sum Føroyar fáa í londum kring allan heim?

3. Ætlar landsstýrismaðurin, sum varðar av báðum hesum økjum, at syrgja fyri, at serligt fyrilit verður tikið fyri teimum, ið umboða Føroyar á ítróttarlandsliðum, tá miðnámsskúlarnir og hægru skúlarnir gera upp fráveruna hjá hesum næmingum?

Viðmerkingar:
Stórur partur av okkara landsliðum í ítrótti eru mannað við ungum, ið eru undir útbúgving í miðnámsskúlum ella hægri skúlum. Tá landsdystir av ymiskum slagi skulu spælast uttanlands, verða tey skrivað fyri skulk. Hetta kann ikki góðtakast, tá ið tey eru útvald at umboða føroysku tjóðina.

Hjá hesum ungu er talan ikki um skulk vegna manglandi skúlahug. Fyri ungu fólkini, ið eru so heppin at verða úttikin til landslið okkara eftir nærlagdari og miðvísari venjing í nógv ár, er hetta ein heiður.

Kanningar í grannalondunum hava eisini víst, at virkin ung ítróttarfólk yvirhøvur standa seg betur í skúlanum enn ítróttarliga óvirkin ung. Men tað krevur nærlagni og skilagóða umsiting av tíðini hjá teimum ungu, um tey skulu íðka ítrótt á hægsta stigi.

Tað kann tí ikki góðtakast, at Mentamálaráðið umvegis skúlarnar leggur meira trýst á tey ungu við at harta tey fyri fráveru, um tey verða úttikin til landsliðið.

Um ikki landsstýrismaðurin ger okkurt við hetta málið beinanvegin, fer ikki at bera til at senda okkara ungu ítróttarfólk at umboða okkum úti í heimi.

Neyðugt er við broytingum beinanvegin. Sum dømi kann nevnast, at landsliðið í manshondbólti skal til Finlands longu í januar, eins og aðrar landskappingar verða komandi vár og summar, m.a. Oyggjaleikirnir á Guernsey.

Á Løgtingi, tann 10. desember 2002

Heðin Mortensen