Nú hevur fyrsta Venjari 1 skeið fyri sjálvbodnar venjarar í Vága kommunu verið. Skeiðið er ókeypis fyri ungdómsvenjararnar í Vága kommunu, og er úrslit av samstarvsavtalu millum kommununa og ÍSF, sum knýtir frítíðarkortið FRIGG saman við venjaraskeiðið
Samstarvið skal tryggja, at øll sjálvboðin fáa bestu amboð til arbeiðið, tá ið tey taka sær av børnum og ungum í ítróttarfeløgunum í Vága kommunu og harvið geva børnunum bestu møguleikar til hugagóð at vera saman í góðum og sunnum felagsskapi.
Sum fleiri aðrar kommunur í landinum, býður Vága kommuna eisini sínum ungu frítíðarkort, soleiðis at fíggjarligar fortreytir ikki eru avgerandi fyri, um tey kunnu íðka tann ítrótt ella ganga til tað frítíðarvirksemið, sum tey hava hug til. Vága kommuna setur tó krøv til frítíðarkortið FRIGG. Eitt av krøvunum er, at venjararnir skulu hava Venjari 1 skeiðið hjá ÍSF.
“Kommunan vil góðskutryggja tilboðið, ið er í skipanini. Sama hvørja ítrótt eitt barn í kommununi fer til, so skal tað møta einum vaksnum á sama stigi”, staðfestir Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu ivaleysur.
“Venjari 1 er eitt skeið, sum leggur dent á sjálvan venjaraleiklutin. Skeiðið snýr seg sostatt ikki um ein ávísan ítrótt, men um uppgávuna at vera venjari. Venjarar í kommununi savnast á einum og sama skeiði, og tað stimbrar samstarvið millum ítróttagreinarnar og er førleikamenning fyri øll tey sjálvbodnu, sum brúka ein stóran part av síni frítíð til at venja okkara børn og ungu í kommununi” sigur Bjarni Prior at enda.
ÍSF fegnast eisini um avtaluna. Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi við ábyrgd fyri venjaraútbúgvingini vónar, at líknandi avtalur kunnu gerast við aðrar, um ikki allar, kommunur í landinum.
– Eitt samstarv sum hetta, vit hava gjørt við Vága kommunu, er sera spennandi, ikki bert hjálpir tað til at røkka longur út við venjaraskeiðunum, men tað er eisini við til at tryggja at venjarahópurin er betur ílatin og í síðsta enda, so gagnar tað bæði ungdóminum og ítróttini.
Sunnudagin 26. oktober var fyrsta skeiðið fyri sjálvbodar venjarar í Vága kommunu. Myndir og frágreiðing frá degnum eru at finna á Facebook vanganum hjá ÍSF.
Les meira um frítíðarkortskipanina FRIGG her: https://frigg.vaga.fo/um-frigg/
Les meira um, tá ið samstarvsavtalan varð undirskrivað: https://www.vaga.fo/kommunan/tidindi/samstarv-millum-isf-og-vaga-kommunu


























