Um vikuskiftið var venjaraskeið í ÍSF-húsinum. Venjarar hjá børnum og ungum í hondbólti, svimjing og fimleiki luttóku. Undirtøkan á skeiðnum var góð, og stuttligt var at síggja, hvussu væl øll vóru við. Undirvísarin, Ulrik Hartman Balle, dugdi ógvuliga væl at læra frá sær og fáa øll við, men luttakararnir skulu eisini hava rós fyri teirra engagement. 

Hetta søgdu luttakararnir:

Tað besta við skeiðnum var

– at tað gav mær íblástur til nýggjar hugsunarhættir og mátar at fara til verka uppá
– at tað skifti ímillum undirvísing og bólkarbeiði
– at tað eisini var ein praktiskur partur
– at tað var nógv kjak
– at vit vóru við alla tíð
– at eg havi lært ordiliga nógv
– at fáa nøkur ítøkilig hugskot, sum eg kann brúka í mínari venjing
– at deila royndir við aðrar venjarar
– at tað var ordiliga stuttligt

Nógvar myndir frá skeiðinum eru at finna her.

Um 2 vikur verður sama skeið aftur, og tá verður tað fyri venjarum hjá børnum og ungum í flogbólti, judo, borðtennis og badminton.

Vit í ÍSF gleða okkum og vóna, at undirtøkan verður líka góð.
Til ber at melda seg til skeiði við at venda sær til sítt felag/sersamband.

Um tit hava spurningar, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til skrivstovuna hjá ÍSF á tlf.: 312606 ella til Anniku á tlf.: 282331 ella á ahl@isf.fo