Takk fyri seinast til móttøkuna hjá HB í Norðurlandahúsinum, ein sera hugnalig løta.

Vegna Ítróttasamband Føroya vil eg ynskja HB hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum, og takka fyri, at Hjørdis og eg vóru boðin við í kvøld!

Tá vit vanliga heilsa upp á onkran, sum er 100 ára gamal, taka vit spakuliga í hondina á viðkomandi, tí tey 100 ára gomlu eru vanliga veik og kanska ikki so væl fyri.

Her er tó umvent, tí HB hevur kanska ongantíð verið so spelkið, árvakið og væl fyri sum júst nú. Sigast má, at tit bera høga aldurin sera væl!

Skotski Liverpool-venjarin Bill Shankly var kendur fyri at vera speiskur og dugdi sera væl at taka til.

Tað var hann, sum á sinni segði, at »fótbóltur er ikki ein spurningur um lív ella deyð, hann hevur nógv størri týdning enn so«.

Bill Shankly segði eisini nakað annað, ið man hava verið eitt eyðkenni fyri kenda og sterka vinnarahugburðin hjá Havnar Bóltfelag:

»Um tú ert nummar eitt, so ert tú nummar eitt. Um tú ert nummar tvey, so ert tú einki«.

Hvat tað er at vera nummar eitt, veit eingin so væl sum tit í HB, óansæð um vit tosa um føroyameistaraheiti ella steypakappingar, tí eingin er yvir ella við síðuna av tykkum.

Um talt verður saman fyri allar deildir, sum eru í føroyskum fótbólti, so hevur HB gjøgnum øll árini – frá 1942, tá skipað kapping byrjaði, og til dagin í dag – vunnið triðjuhvørja av teimum øllum.

Tað er ótrúliga flott og sigur alt um, at tit í HB veruliga hava eina orsøk til at vera so stolt, sum mong leggja tykkum undir at vera. Tí hetta er sanniliga nakað at vera stoltur av.

Karmarnir hjá HB eru eisini nær tí fullkomna, tá vit hugsa um tey viðurskifti, ítrótturin hevur í Føroyum í dag.

Tit hava stórt og rúmligt felagshús við øllum fasilitetum, ið liggur við Føroya størsta og besta vøll, og ein rúgva av fólki tekur eina hond í, bæði her og har.

Tit leggja stóra orku í ungdómin og vísa í verki, at tit trúgva upp á tykkara egna ungdóm, og tað er eisini leiðin fram.

Tit eru størsta fyrimyndin, øll onnur feløg í Føroyum hava at síggja upp til, og tað forpliktar. Men hetta liva tit væl og virðiliga upp til.

Má í tí sambandi eisini nevna valaverkini bæði, tit hava givið eftirtíðini í bókunum um stoltu søguna hjá HB.

Vit eiga altíð at liva í nútíðini og fyrireika okkum upp á framtíðina, men vit mugu so sanniliga heldur ikki gloyma fortíðina!

Tíðin hjá mær at tosa er avmarkað, men eg fari at enda við einum sitati aftrat, sum er frá gamla enska landsliðsspælaranum Gary Lineker.

Tí nú vit eru í 100 ára veitslu hjá nógv mest vinnandi felagnum í føroyskum fótbólti gjøgnum allar tíðir, er upplagt at umskriva eitt av hansara gullkornum:

»Fótbóltur er eitt spæl, har 22 mans berjast um bóltin, og HB vinnur til síðst«.

Hjartaliga tillukku HB og eina góða veitslu øll somul.

So fari eg at heita á øll um at reisast og rópa eitt leingi livi fyri Vinnarafelagnum HB og Ítróttinum í Føroyum.