Tað er ikki sørt, at tú stendur her við einari løgnari kenslu, tí nøkur orð skulu sigast, nú Heðin Mortensen leggur frá sær sum ÍSF-forseti eftir hesi mongu árini í hægsta álitissessi innan føroyska ítrótt. Onkursvegna er tað í stríð við náttúruna hjá Heðini, tað at leggja frá sær. Vit kenna tað millum annað frá Tórshavnar býráð, har hann hevur sitið í yvir 35 ár, og sum forseti í 28 ár eigur Heðin ikki bara føroyskt, men eisini norðurlendskt met. Ja, kanska europeiskt við.

Ivasamt man vera, um nakar komandi ÍSF-forseti í framtíðini kann koma at uppliva hendingarríkari ár og størri broytingartíðir, enn Heðin hevur upplivað. Tá hann kom til, vóru ítróttagreinirnar níggju í tali, men nú eru tær 25, sum eru skipaðar í 15 sersambond, og ítróttin er blivin sjálvsagdur partur av gerandisdegnum hjá yvir 15.000 føroyingum.

Hvat hevur staðið í stjørnunum hjá nýføðinginum, sum var borin í heim á Brekkunum í Trongisvági fyri 62 árum síðani, dugi eg ikki at siga. Komin til mans fekk hann sær útbúgving sum maskin- og bilmekanikari, men seinnu mongu árini man lítið svart hava verið undir neglunum. Tað var jú so skjótt, at Heðin gjørdist virkin í ítrótta- og felagslívi, og lunnarnir undir hansara karrieru blivu lagdir í Havnar Róðrarfelag, har hann dúgliga gjørdi vart við seg og síðani ikki hugdi aftur um seg.

Sjálvur havi eg kent Heðin í gott og væl 20 ár, síðani eg gjørdist partur av arbeiðinum í ÍSF, og síðani eg í 1995 kom upp í starvsnevndina, hava vit havt nógv og tætt samstarv – serliga síðani eg gjørdist varaforseti fyri trimum árum síðani. Sostatt hava vit verið saman um nógv, og tað hevur verið serstakliga áhugavert at lært persónin Heðin Mortensen at kent sera væl.

Heðin kann vera heilt ótrúliga arbeiðssamur, og tað hendir gjarna sera nógv rundan um hann. Vit hava eisini mangan verið í vási, bæði her heima og uttanlands, og eg kann skriva undir uppá, at føroysk ítrótt neyvan kundi havt eitt nógv meira virðiligt umboð enn júst Heðin. Tá hann er farin í nýstroknu skjúrtuna og hevur bundið slipsknútin, er einki óført!

Eitt tað størsta, vit hava verið saman um, var at fáa í lag samstarv millum Ítróttavedding og donsku Tipstænastuna, sum nú eitur Danske Spil. At Heðin torir at hugsa stórt, var átakið »Framá, Føroyar« eisini gott dømi um. Henda ætlan datt tíverri niðurfyri, tí Føroyar helst vóru ov smáar til eitt so stórt átak, men eisini, tí politiski myndugleikin ikki dugdi at síggja virðið í ætlanini og at stuðla.

Ein onnur stór ætlan, sum leingi var eitt hjartamál hjá Heðini, var stóra Tórsvallar-verkætlanin, ið fevndi um eitt stórt og snotiligt stadion við øllum hentleikum til tað reint ítróttaliga, men so sanniliga eisini til alt rundanum, eitt nú við gistingarhúsi, skrivstovum og øðrum. Spell, at henda ætlan ikki var fullførd, tí so høvdu vit havt eitt tað vakrasta og snøggasta stadion í Norðurlondum.

Gjøgnum hesi mongu árini hevur Heðin vunnið sær nógvar vinir og nógv hent sambond, ið eisini hava gagnað ítróttini mangar ferðir. Hann hevur eisini megnað at verið forseti hjá allari ítróttini, uttan at gera mun á. Og tá føroysk ítrótt hevur tikið stór tøk og havt tungar avbjóðingar hava bæði Hjørdis og hann víst áhuga og stuðul – ikki minst, tá Oyggjaleikirnir hava verið á skránni.

Vit munnu eisini vera mong, ið spyrja okkum sjálvi, hvat Heðin hevði verið uttan júst Hjørdis og tað góða bakland, hann hevur í familjuni. Í teimum hevur hann átt tann góða stuðul, ið krevst, tá talan er um ein so virknan og upptiknan mann, ið altíð hevur fleiri jørn í eldinum í senn.

Góði Heðin! Eg vil takka tær fyri tað, tú hevur verið fyri føroyska ítrótt hesi mongu árini, og vónandi leggur tú ikki meira frá tær enn so, at tú framvegis kanst vera góður í ráðum og hollur at heita á, um brúk verður fyri tíð í komandi tíðum. Persónliga vil eg eisini takka tær fyri gott samstarv og vinarlag hesi árini, og eg vil ynskja tær og tínum alt tað besta í framtíðini. Takk fyri.

Petur Elias, varaforseti