Thurid Kjærbo

Foreldur mugu hava áhuga fyri tí børnini gera

“Set teg í hvat tey gera. Hjálp við tí praktiska. Og ikki minst – ver har tá tey hava tørv á tær”.

Sum foreldur er tað av týdningi at vísa áhuga fyri virkseminum, sum børnini brúka teirra frítíð uppá. Um barnið – og foreldrini – vilja nakað við ítróttinum, mugu foreldrini engagera seg eisini.

Thurid Kjærbo veit hvat hon tosar um. Hon er mamma Pál Joensen, framgangsríkasta svimjara í Føroyum nakrantíð og gott 5 ár yngri beiggja hansara Eyðbjørn, ið av fleiri verður mettur at hava møguleika at náa minst somu úrslitum sum stóribeiggin, um hann heldur fram við ítróttinum sum higartil.

“Pál hevur altíð vitað hvat hann vildi við svimjingini – hann er málrættaður sum ítróttarfólk – tí hevur tað ikki verið trupult hjá okkum at eggja honum til. Eyðbjørn hevur verið eitt sindur meira í iva um tað var svimjingina hann vildi, tí hann hevði onnur áhugamál eisini. Men so gjørdu vit honum greitt, at hann var noyddur at taka eitt val – og han valdi svimjingina eisini”.

Thurid Kjærbo greiðir frá, at í svimjing verða áhugað foreldur drigin við í ítróttin, tí tørvur er á teimum sum hjálparfólk, serliga í sambandi við kappingar.

“Eg havi ferðast nógv saman við synum okkara. Men tað hava teir als einki havt ímóti. Tá tey ungu eru úti til svimjikappingar, er nógv at halda skil á, ikki minst svimjiklæðir, handklæðir og tílíkt. Tá er gott at hava mammuna ella ein kendan vaksnan at taka sær av teimum praktisku tingunum”.

Thurid er fysioterapeutur, og ferðast saman við Pál, tá hann er uttanlands. So hon er knýtt at svimjingini bæði privat og professionelt. Men Thurid fjalir ikki útyvir, at svimjingin fer við tí mesta av frítíðini. Rættiliga tíðliga setti hon sær tó fyri, ikki at blanda seg upp í venjingina.

“Eg eri vitandi um, at venjarar kunnu hava trupulleikar við foreldrum, sum halda seg vita, hvat er best fyri teirra børn. Vit hava dugnaligar venjarar í okkara felag, og tí blandi eg meg ikki í venjingina”.

Spurningurin um trýst er ofta frammi, tá børn og ung ganga so høgt upp í sín ítrótt, at stundir ikki er til annað enn at ganga í skúla og venja.

“Eg havi ikki lagt trýst á okkara dreingir – ikki tilvitað í hvussu so er. Tað er av týdningi, at tað eru børnini sjálv, sum skulu vilja tað. Møguliga kann tað fatast sum trýst, tá eg onkuntíð hava tosað við stórum orðum fyri at fáa teir at fara til venjing um tað hevur verið ein dagur, har teir ikki tíma. Men foreldrini mugu halda teimum til, og stuðla teimum á ein slíkan hátt, at tað kemur teirra egnu ynskjum og ætlanum til góðar”.

Spurd um, hvussu foreldur best kunnu stuðla børnum sínum at gerast úrmælingar innan sín ítrótt, sigur Thurid:

“Uppgávan hjá foreldrunum er at skapa rammurnar. Syrgja fyri tí praktiska, vegleiða tey, hjálpa teimum við rætta kostinum, minna tey á venjingarnar og stuðla teimum tá tey hava mótgongd. Stutt sagt: Vera har tá tørvur er á teimum”.

Les allar leiðreglurnar um góðan atburð her