Ein maður, ið varð dopingkannaður í Føroyum tíðliga í 2005 vísti høgt testosteronvirði, ella sum úrslitið av kanningini vísti: T/E-ratio >4.

Í slíkum førum eru tveir møguleikar: antin framleiðir kroppurin hjá honum náttúrliga meira testosteron enn meðalmaður, ella hevur hann tikið dopingevnir, ið hækka testosterontalið.

Fyri at kanna hetta varð royndin send til Týsklands at verða kannað á eini starvsstovu, ið hevur serliga útgerð at kanna slíkt, og hendan kanningin vísti, at í hesum føri var talan um náttúrliga høga framleiðslu av testosteron. Maðurin varð kannaður tvær ferðir afturat í 2005, og hesar báðar kanningarnar staðfestu úrslitið, ið týska kanningarstovan var komin til.

Maðurin var tí fríkendur fyri doping, men hann skal hava eina serliga TUE-váttan. TUE stendur fyri Terapeutic Use Exeption.

Síðani WADA herfyri broytti markvirði fyri testostoron frá 6 til 4 hava verið nógv fleiri menn, ið hava verið eyka kannaðir fyri høgt testostoron, men hetta er so fyrsta dømi í Føroyum.