Fólk skulu merkja, at dopingmisnýtsla ikki verður tolererað í Føroyum. Tað skal verða stemplað sum nakað ódámligt, sum ikki verður góðtikið, sigur Hans Pauli Strøm, sum nú fer í hernað ímóti doping.

– Lógin er bara fyrsti partur av at bremsa dopingútbreiðsluni í Føroyum. Hon setur forboð ímóti at produsera, innflyta, selja og býta út dopandi evni. Men hendan lógin rakar bara bakmenninar 
–ikki brúkaran, og tí fara vit at gera nógv arbeiði við at fylgja lógini upp, sigur Hans Pauli Strøm, landstýrismaður í almanna– og heilsumálum.

Fyrsta átakið í uppfylgingararbeiðnum av lógini var í dag, tá landstýrismaðurin hevði bjóðað ymiskum fólkum til fundar. Kritikarar av lógini, fólk, ið hava læknaførleika innan dopingmál og fólk innan føroyska dopingeftirlitið vóru við á fundinum.

– Vit fara at diskutera hvat kann gerast fyri at røkka so langt út um lógina sum gjørligt. Lógin snýr seg jú bert um tey, ið breiða dopingina út, men vit ásanna, at tað hevur týdning at røkka misnýtarunum eisini, sigur landstýrismaðurin.

Hann sigur, at hesin fyrsti fundurin fer at leggja grund fyri víðari arbeiðnum við dopingmálinum.

– Vit ynskja at fáa eina samrøðu í lag ímillum ítróttarfólk, feløg og fólk, ið hava venjingarmiðstøðir, og saman við teimum finna eina loysn á doipingtrupulleikanum, sigur Hans Pauli Strøm.