Nú Oyggjaleikirnir av álvara eru farnir at nærkast, er hitin farin at gera um seg á Rodos. Knappar tvær vikur eru til setanina – hon verður leygarkvøldið 30. juni.
Veðurforsøgnirnar fyri teir næstu fimm dagarnar siga frá skýfríum himli og sól allar dagarnar. Hitin fer at verða millum 32 og 36 stig um dagin, og um náttina fer hann at verða millum 26 og 29 stig.
Tað er av alstórum týdningi at ítróttafólk og ferðafólk, ið fara til Oyggjaleikirnar, fylgja ráðunum frá liðlæknanum um vætu og verju móti sól.