Kunnandi tiltak fyri næmingar í hádeild í skúlum kring landið.
Tíðspunkt: 22. oktober frá kl. 10.00 – 11.00
Tiltakið verður sent frá Løkshøll, har næmingar í hádeild í Runavíkar Kommunuskúla fylgja við.
Øll eru vælkomin at fylgja beinleiðis stroymingini.
Leinkja til beinleiðis stroyming (kemur)

Meira um tiltakið:
Vit síggja alsamt fleiri e-sigarettir og snús ímillum okkara ungu. Eisini í skúlum og í ítróttaumhvørvunum. Litríkir pakkar og spennandi smakkir, sum minna meira um bomm enn um vanabindandi rúsevni. Vit vita, at mongdirnar, ið vit innflyta av nikotini, eru vaksandi, men spurningurin er, um vit vita, hvussu vandamikið nikotin í veruleikanum er fyri ein ungan barnaheila. Vit hava ein grundaðan mistanda um, at hvørki vaksin ella børn hava nøktandi vitan um avleiðingarnar av at gerast krøktur av nikotini á ungum árum.
Tí skipa Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya (ÍSF) fyri kunnandi tiltaki fyri skúlanæingum í hádeild um nikotin. Vit ynskja at deila vitan og seta tankar ígongd hjá børnum og vaksnum.