Hvussu menna vit føroyskan úrvalsítrótt?

-Temakvøld um úrvalsítrótt

Ítróttasamband Føroya skipar mánakvøldið 3. nov. 2008 kl. 20.00 fyri einum temakvøldi um úrvalsítrótt í Føroyum. Tiltakið verður í Útvarpshøllini.

Endamálið við temakvøldinum er at seta gongd á eitt kjak um Føroyskan úrvalsítrótt.

-Hvør er støðan í dag?
-Hvat vilja vit?
-Hvussu røkka vit málinum?

Magni Mohr, Katrin Olsen og Jón Bjarnason, ið øll eru vælkend innan føroyskan ítrótt, fara at hava hvør sína framløgu.

Síðan fer eitt vælmannað panel, við umboðum fyri ítróttin, politisku skipanina og vinnulív, saman við uppleggshaldarunum og fundarfólki annars at kjakast um úrvalsítrótt í Føroyum.

Tiltakið er alment, og vónar Ítróttasamband Føroya at síggja nógv fólk við áhuga fyri ítrótti í Útvarpshøllini.

Ítróttasamband Føroya 

Um tú hevur spurningar um temakvøldið, kanst tú venda tær til Anniku H. Lindenskov, ítróttarráðgeva hjá Ítróttasambandi Føroya, tel. 282331 ahl@isf.fo