Mikukvøldið 21. mars skipar ÍSF fyri einum evniskvøldi í Klaksvík – í skúlanum á Skúlatrøð. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Norðoyggjum og Eysturoy. Endamálið við tiltakinum er at kunna feløgini um ÍSF.
Evnini, sum verða viðgjørd, eru m.a.:
- Bygnaðurin í ÍSF
 - Skattaviðurskifti hjá ítróttafeløgum
 - Etisku leiðreglurnar
 - Doping
 - Tryggingarviðurskiftir
 - Rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur
 - Skeiðsvirksemi
 - o.a.
 
ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemið hjá ÍSF.
Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.
ÍSF hevur eisini ferðast til:
Vágoynna 7. februar, og
Runavíkar 24. januar


