Í døgunum 25. til 27. september 2007 vóru umboð fyri ÍSF á norskari ráðstevnu, sum Norska Kultur og Kirkeminesteriet skipar fyri fjórahvørt ár. Umboð fyri ítróttafeløg og kommunur og onnur áhugað luttóku á ráðstevnuni.

Umboð fyri ÍSF vóru Katrin Joensen og Ninna R. Ørvarodd.

Endamálið við ráðstevnuni er at taka pulsin av ítróttinum í samfelagnum, og finna útav hvat rørir seg.

Eitt av evnunum á ráðstevnuni var hvør uppgávan er hjá samfelagnum og ítróttinum tá hugsað verður um heilsu og miðalvekt. 
Eisini var evni um børn og ung í ítrótti sera viðkomandi. 
Ítróttapolitikkur og visjónir var eisini uppi at venda.

Staðfest var at ítrótturin ger eitt stórt frívillugt arbeiði, men neyðugt er at mynduleikarnir skapa neyðugu karmarnar.

Meir um hetta kann lesast á www.statensidrettskonferanse.no