Ítróttasamband Føroya skipaði 5. mai í ár fyri áhugaverdari ráðstevnu um kvinnur í ítrótti.

Tankin er ikki nýggjur, men fyrstu ferð búgvin til, at ÍSF valdi at varpa ljós á kvinnur í Ítrótti.

Endamálið við ráðstevnuni var at tendra neistan hjá kvinnum at bjóða seg til, og at vísa okkum øllum at tað finnst potentiali í kvinnum, og vónandi at seta orð á felags mál um at fáa umboðan í leiðslur og nevndir, ið avspegla limabýtið í ítróttinum og sostatt fáa fleiri sjónarvinklar, breiðari samskiftið og eitt gott avsett til framtíðina.

Til hesa ráðstevnu høvdu vit fingið áhugaverdar fyrilestrahaldarar:
Tine Teilmann, nevndarlimur í Danmarks Idrætsforbund, segði sína søgu, sum ofta einsamøll kvinna í nevndum nationalt eins og altjóða.
Anette Steen Pedersen, sum hevur drúgvar royndir sum ráðgevi viðvíkjandi javnstøðu nationalt og altjóða, hevði sera áhugaverda framløgu, ið kann síggjast her: Alle talenter skal i spil (2,6 mb ppt)

Eini 30-40 fólk nýttu høvi at luttaka á hesi bæði mennandi og gevandi ráðstevnu. Kjakið var sera gott – og kenslan av, at vit fingu nakað munagott burturúr, var sera góð.

Út frá teimum hagtølum, sum ítrótturin hevur, kann sigast, at vit eiga gott tilfeingi í kvinnum og monnum.
Vit hava javnt býti í feløgum og nevndum tess, men tá tað snýr seg um at standa á odda í feløgunum og sersambondum og vit hyggja at nevndum í sersambondum, eins og stjórnini hjá Ítróttasambandinum, so er býtið ikki javnt longur.

Hetta er áhugavert og neyðugt at gera nakað við, um vit í framtíðini skulu umboða og vaksa um limaskaran og roknað við at mennast rættað vegin.

Er hetta ein trupuleiki kunnu vit spyrja okkum sjálvi.?
• Ja, vit rekrutera bert frá helvtini av talentunum.
• Ja, okkum manglar sjónarvinklar frá breiddini, tá støða skal takast.
• Ja, vandi er fyri at vit standa í stað.

Um vit halda á at gera, sum vit altíð hava gjørt, so verður alt sum tað hevur verið.

Hoyvík 05.juni 2011
Katrin Joensen