WILD-Women’s International Leadership Programme er verkætlan ið ENGSO-European non-govermental sport organisation, hevur sett í verk við tí endamáli at fáa fleiri kvinnur í leiðslur innan ítrótt.

Danska Ítróttasambandið, DIF saman við Svenska Ítróttasambandinum, RF samstarva í hesi verkætlan, og við okkara góða samstarvi við DIF hava vit brúkt møguleikan at verða við.

40  luttakarar vóru á ráðstevnuni, og var ÍSF umboðað av Katrin Joensen, nevndarlimi í ÍSF.

Yvirskriftin á Ráðstevnuni var “Sport management, Marketing og Media”.

og vóru evni og fyrilestrahaldarir hesi.

  • Medier, køn och kulturer. Kirsten Frandsen, lektor og ph. Doktor í mediavetenskap við Århus Universitet.
  • Lobbying, Malin Eggertz-Forsmark. ordførande i Sv. Gymnastikforbundet och vice ordførande i Europeiska Gymnastikforbundet.
  • Worlds`s Village of Women and Sport. Mårten Hedlund, grundara og marknadschef.
  • Kvinna -du vet vel din plats inom idrotten!. Anne Axholm, journalist.

Sera áhugaverdar framløgur og sigandi hagtøl, eins og gevandi var at arbeiða í bólkum við spurninginum um, hvussu vit fáa fleiri kvinnur við í leiðslur innan ítróttin. Samskift var um royndir  og hugskot, og um hvussu arbeiðast kann fyri at fáa leiðslur og nevndir at umboða breiddina av limaskaranum, eitt javnari býti millum kvinnur og menn, ung sum eldri.

Víst var á royndir,  ið DIF saman við 7 sersambondum hevur, frá ítøkiligum málsetningi um javnari býti millum kvinnur og menn í nevndum og leiðslum.

Eitt er vist, at hóast flest øll ynskja javna umboðan, og fleiri halda ella uppliva at tað er so, so siga tølini nakað annað.

Spennandi verður at síggja okkara tøl tá spurnarbløðini sum eru send feløgunum innan ÍSF eru innkomin og viðgjørd.

So kann ein spyrja, er hetta viðkomandi fyri okkum?

Og ja, okkara avbjóðing er altíð at seta leiðarar og nevndarlimir við, um vit megna og duga at venda okkum til tað potentiali sum er í kvinnum og ungum, ja so verða vit fleiri um uppgávuna og vit fáa breiðari sjónarvinklar. Einki er at ivast í at við javnari umboðan í nevndum og leiðslum vilja vit fáa ymiskar sjónarvinklar til ítróttaarbeiðið og hetta hevur við sær íblástur, dynamik og nýggjar hættir at arbeiða uppá, so vit eiga at hugsa møguleikan um eina skipan, ið er áhugaverd fyri kvinnur og ung, og sum vil tendra forvitni hjá fleiri.

Les meir um hetta arbeiði her:

http://www.wildsports.eu/

http://www.dif.dk/ForSpecialforbundet/Forside/Udvalgte%20omraader/Kvinder%20på%20toppen.aspx

“Tann ið ikki hevur informatión kann ikki taka ábyrgdina, tann ið hevur informatión kann ikki skáka sær undan at taka ábyrgd”.

Robert Taylor 1912


Hoyvík 18.10.2010

Katrin Joensen