Ítróttaráðstevnan 2026 – Ítróttur er meira enn bara ítróttur.

Ítróttur er meira enn bara ítróttur

Hetta var yvirskriftin til ítróttaráðstevnuna 2026, sum ÍSF og Fróðskaparsetur
Føroya skipaðu fyri – triðja árið á rað. Dagurin var býttur upp í trý »Børnini,
breiddin og tey bestu«, og greiða niðurstøðan var, at ítróttur er eitt týðandi
amboð til betri heilsu, betri trivnað og samfelagsmenning.



Ítróttur og samfelag – sólskinssøgur og veruleiki

Lagt varð fyri við evninum »børn og ung«. Her varð nýggj føroyska vitan úr
barnaverkætlanini løgd fram, eins og vit hoyrdu um nýggju verkætlanina hjá
Parasport “Øll við”.


Eisini fingu vit íblástur úr Íslandi, har tey í nógv ár hava arbeitt miðvíst við at skapa
betri og javnari møguleikar hjá børnum í ítrótti. Framløgur vístu, hvussu m.a.
frístundarkortið og kommunalir bussar frá skúla til ítrótt hava lætt um atgongdina hjá
børnum – sama hvørjar sosialar og landafrøðiligar fortreytir tey hava, og hvønn
týdning tað hevur at skráseta data um øll íðkandi.

Vit hoyrdu eisini frá kommunum, har Torbjørn Jacobsen, Bjarni Prior og Heidi Lava
Elgeirsdóttir, kommunalpolitikarar, kjakaðust um kommunalar loysnir – og hvussu
samstarv við ítróttafeløg kann gera stóran mun hjá børnum og familjum.

Samanumtikið sóu vit, at ítróttur kann vera ein sterk jalig drívmegi – men at tað eisini
krevur vitan, ábyrgd og góðar karmar, um vit skulu røkka stóru málunum.



Ítróttur sum heilivágur

Annað evnið var heilsa og rørsla. Við ítøkiligum dømum – eisini persónligum
føroyskum royndum – hoyrdu vit, hvussu økt rørsla kann minka um tørvin á heilivági
og hava stóran týdning fyri lívsgóðskuna.
Eisini var leikluturin hjá kommununum umrøddur, bæði tá tað snýr seg um ábyrgd og
møguleikar, og hvussu ítróttur kann verða ein natúrligur partur av arbeiðinum við
fólkaheilsu.



Úrvalsítróttur – at lyfta føroyska potentialið

Ráðstevnan endaði við, at landsliðsvenjarin í fótbólti og ítróttastjórin í hondbólti
greiddu frá, hví úrslitini hava verið so góð í seinastuni, og hvørjar skipanir og
arbeiðshættir liggja aftanfyri framgongdina.


Harumframt varð útlendsk gransking í dátudrivnari venjing løgd fram, og vit frættu,
hvussu hendan vitanin kann nýtast í føroyskum høpi.


Ígjøgnum dagin var livandi kjak og nógvir góðir spurningar úr salinum. Vit kunnu
staðfesta, at tørvurin á vitan og samskifti um ítrótt, heilsu og samfelag er stórur.

Eftir ráðstevnuna stóð ein høvuðsboðskapur eftir: Skal føroyskur ítróttur mennast
burðardygt – frá spælandi børnum til stór avrik – krevur tað samstarv millum ítrótt,
kommunur og myndugleikar.


ÍSF fer frameftir at arbeiða fyri, at fleiri kommunur fara at hugsa um ítrótt sum varandi
íløgur, og at tær vilja vera við til at menna loysnir, sum gera tað lættari hjá børnum og
breidd at verða partur av ítróttinum.

Tað fer at gagna bæði einstaklinginum og samfelagnum á so mangar hættir.