Komandi skúlaár verður aftur møguligt hjá ungum dugnaligum fótbóltsleikarum at ganga á ítróttarskúla og miðnámsskúla samstundis.

Í tvey ár hava ungir fótbóltsleikarar havt møguleika at ganga á ítróttarbreytini á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Komandi ár verður aftur møguleiki at søkja á ítróttarbreytina, samstundis sum tú søkir á FHS, 2 ára HH ella 3 ára HH á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.

Aðrar ítróttargreinir vælkomnar
Fyrstu tvey árini hevur talan verið um fótbólt. Fótbóltur er ein stór ítróttargrein við nógvum altjóða møguleikum og Fótbóltssamband Føroya hevur stuðlað verkætlanini dyggiliga. Tì hevur tað borið til.

Ynskiligt hevði verið, at fleiri ítróttargreinir komu við á skránna, men hetta hevur higartil ikki verið møguligt. Um íðkarar og feløg hava áhuga í, at júst teirra ítróttargrein verður við, og feløg hava umstøður at hjálpa skúlanum í gongd, so eru allir møguleikar opnir.

Avgerandi ungdómsár
Endamálið við skúlatilboðnum er at geva ungum evnaríkum íðkarum ein serstakan møguleika at mennast enn meira í aldrinum 15 til 18 ár. Í ítróttarligu menningini hjá ungdómi eru árini, tey vanliga ganga í miðnámsskúla, avgerandi. Likamliga menningin er stór hesi árini, og kann røtt og nógv venjing geva góð úrslit.

Ítróttasálarliga hava árini eisini stóran týdning. Rættur liviháttur kann vera avgerandi fyri, um tey seinni kunnu standa seg sum yrkisítróttafólk. Rættur liviháttur og miðvís venjing eru treytað av, at tey ungu tilvitað velja at liva sum ítróttafólk.

Venjing, venjingarlegur og ástøði
Næmingarnir venja tveir fyrrapartar um vikuna umframt sjálvsagt venjingina úti í feløgunum. Samanlagt er talan um 4 tímar um vikuna, sum hvørja viku eru knýttir at ítróttarbreytini. Venjingar verður fyriskipaðar av venjarum við hægstu venjaraførleikum. Í ár hevur Sigfríður Clementsen verið høvuðsvenjari á ítróttarbreytini.

Afturat hesum verður skipað fyri setursskúla og uttanlandsferð, ið samstundis eru venjingarlegur. Luttøka á ítróttarbreytini ger tað lættari at tilrættarleggja gerandisdagin hjá virknum ítróttarungdómum.

Í hesum báðum farnu skúlaárunum hava næmingarnir verið á væleydnaðari lestrarferð og venjingarlegu í Aalborg hjá Aab. Har vandu teir hvønn dag; búðu og ótu á Aab-College saman við javngomlum donskum íðkarum; vóru til dystir og eygleiddu og luttóku í venjingum hjá Aab.

Góða undirtøku
Ítróttarbreytin hevur frá byrjan fingið sera góða undirtøku. 15 leikarar hava í ár luttikið og væntandi verður hetta tal nakað hægri komandi ár.

Ítróttafeløg, sersambond og kommunur hava tikið sera væl ímóti hesum nýggja tilboði og stuðlað á ymsan hátt. M.a. hevur Fótbóltssamband Føroya stuðlað peningaliga, so verkætlanin kundi fara í gongd.

Vinnulívið hevur eisini tikið sera væl ímóti verkætlanini. Serliga PM heilsøla, Atlantic Airways, Thomas Dam Ítróttur og AP bussar.

Verkætlanin verður lutvíst fíggjað við stuðli og lutvíst við luttøkugjaldi. Luttøkugjaldið er ikki endaliga ásett fyri komandi ár, men í ár hevur tað verið 900 kr. um mánaðin og væntast kann, at tað kemur at liggja á sama stigi komandi ár.

Áhugaði kunnu venda sær til Føroya Handilsskúla á Kambsdali ella www.fhk.fo um fleiri upplýsingar. Umsóknarblað og vegleiðing fæst somuleiðis á heimasíðuni.