Í formansfrágreiðingini vísti forsetin, Heðin Mortensen, millum annað á, at tað í hesum døgum, tá stórur dentur verður lagdur á fólkaheilsu, er alneyðugt, at ítrótturin við sínum stóra heilsuliga týdningi hevur góðar og tryggar fíggjarligar karmar at virka í. Tað kundi verið ynskiligt við eini hægri játtan á fíggjarlógini, nú útlit eru fyri, at stuðulin frá Ítróttavedding fer at minkað, tí minni verður spælt.

Meðan hann fegnaðist um skipanina við fríferðum til ítróttafólk og ávísar batar í skattaviðurskiftunum hjá ítróttaleiðarum, verða hesir batar tó í stóran mun skerdir av torskildum reglum.

Ítrótturin hevði seinasta ár avbjóðingar bæði á fjølmiðlaøkinum, har ósemja var um tulkingina av avtaluni við Kringvarpið, og í samband við Ítróttadómstólin og reglurnar fyri hansara virksemi.

Dopingeftirlitið hjá Ítróttasambandi Føroya helt fram við sínum virksemi, og tær 12 royndirnar, ið vóru tiknar í 2006 vóru allar negativar. Ítróttasamband Føroya tók lut í tveimum visjónsbólkum hjá Landsstýrinum, og er eisini við í eini verkætlan við eini ítróttabreyt á einum miðnámsskúla.

Eisini á altjóða pallinum hevur Ítróttasamband Føroya verið virkið seinasta árið. Umframt árliga norðurlendska ítróttafundin varð eisini luttikið í aðalfundum hjá Evropeisku Olympisku Nevndini, Altjóða Oyggjaleikanevndini og European Non Governmental Sports Organisation, ið er ein evropeiskur felagsskapur fyri ítróttasambond og olympiskar nevndir. Í heyst fer Føroyar at vera vertur fyri árligu ráðstevnuni hjá hesum felagsskapinum.

Arbeitt verður við ætlanum um at fyriskipa Oyggjaleikir í Føroyum aftur í framtíðini.

Nevndarval var eisini á skránni. Varaforsetin, Petur Elias Petersen, varð afturvaldur uttan mótvalevni.

Til skrivarastarvið vóru tvey valevni, skrivarin seinasta tvey árini, John Kjær, og fyrrverandi forkvinnan í Svimjisambandinum Katrin Joensen, og noyddust møttu limafeløgini tí at atkvøða. Tá avtornaði vann Katrin Joensen atkvøðugreiðsluna 40-22. Hon tekur tí við sum skrivari í starvsnevndini hjá Ítróttasambandi Føroya.