Væl av fólki varð komið saman á Hotel Føroyum í dag, til aðalfundi hjá Ítróttasamband Føroya, og nógv feløg vóru sostatt umboðaði.

Sum vanligt er ársfrágreiðing ella formansfrágreiðing, ein av føstu táttunum og niðanfyri verður komið inná nøkur mál, ið forsetin kom inná.

Tak formansfrágreiðingina niður her (1,8 mb pdf)

Nevndarval var eisini á skránni.
Petur Ove Petersen varð uttan mótvalevni valdur til varaforseta komandi tvey árini, og Katrin Joensen, varð eisini uttan mótvalevni vald til skrivara í starvsnevndini komandi tvey árini.
Nýggjur varalimur í starvsnevndini er Anna Rein.

Partur av tí, forsetin kom inná í frágreiðingini:

Samstarv við tað almenna
Tað hevur alstóran týdning fyri eitt og hvørt sjálvboðið arbeiði, at viðurskiftini við almennar myndugleikar – bæði kommunalar og almennar – eru góð. Báðir partar royna hvør í sínum lag at stuðla undir og lívga virksemið hjá einstaklinginum. Soleiðis er eisini hjá Ítróttasambandi Føroya. Vit hava eitt støðugt samskifti við almennu myndugleikarnar um felags verkætlanir, felags áhugamál og ikki minst yvirskipaðu karmarnar hjá ítróttinum.

Kostár og leikmeti
Heilsumálaráðið og Fólkaheilsuráðið hava útnevnt 2011 til serligt “Kostár”. Eins og við rørsluárinum hevur Ítróttasamband Føroya tikið nýggja átakið í størsta álvara. Aftrat upplýsandi virksemi verður arbeitt við einari serligari verkætlan, nevnd “Leikmeti”, ið hevur til endamáls at broyta ósunnu kostvanarnar, sum mangan eru í samband við ítrótt. Útgangsstøðið er, at ósunnir kostvanar mangan standast av, at útboðið av sunnum kosti í einari skjótari vending er ov lítið. Við verkætlanini “Leikmeti” er ætlanin at hjálpa feløgum kring landið at bjóða ítróttafólkum frukt og grønmeti sum ein sunnan valmøguleika, tátey íðka ítrótt. Ítróttasamband Føroya samstarvar við Føroya Keypssamtøku um at veita útgerð til at gera rávøruna leskiliga umframt at veita hana fyri ein sámuligan pening.

Skerjingar á fíggjarlógini
Tað vísir seg, at skerjingar eru á øllum økjum á fíggjarlógini. Tað ræður tí um at halda fast sum frægast. Hvør króna, sum kemur til ítróttin er væl givin út, tí hon strekkir so langt í hondunum á sjálvbodnu eldsálunum kring landið. Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011 skuldi ÍSF skerjast kr. 500.000,- Tíbetur valdi tingið at avmarka hesa skerjingina til kr. 200.000,- Men vit harmast hvøja skerjing, tí hon hevur beinleiðisavirkan á virksemið hjá ítróttarrøsluni. Tað er okkara greiða vón, at politiska skipanin fer at taka ábyrgd og hækka játtanina til ítróttin heldur enn at royna at klípa av henni, tá høvi býðst.

Arbeiðið við skráseting
Seinnu árini er eitt ávist arbeiði gjørt fyri at fáa eina neyvari skráseting av sersambondum og feløgum inni á heimasíðuni hjá ÍSF. Ætlanin er nú at víðka hesa skráseting, so hon eisini kann gerast eitt amboð hjá feløgunum, tá tey skulu skráseta sínar limir. Við nýggju skrásetingini verður eisini lætt hjá ÍSF og øðrum áhugaðum pørtum at fáa fatur á hagtølum um ítróttarvirksemið í Føroyum.

Skeiðsvirksemi
Ítróttasamband Føroya hevur seinnu árini havt fleiri útbúgvingartilboð til venjarar í feløgunum kring landið, og heldur hetta virksemi fram. Skipað verður fyri grundleggjandi venjaraskeiði fyri barna- og ungdómsvenjarar, eins og skipað verður fyri víðkaðum skeiðum innan ymisk øki. Skeiðini eru tvørítróttalig, og gevur tað skeiðsvirkseminum ein serligan dám.

Tryggingarviðurskifti
Ítróttasamband Føroya hevur eina felags frítíðarvanlukkutrygging, ið tryggjar allar limir í ítróttarfeløgum í Føroyum, sum ikki eru sáttmálasettir.
Á hvørjum ári eru tað nógv ítróttafólk, sum so ella so, vegna ítróttaskaðar, fáa ágóða av hesi trygging. ÍSF vil stailiga heita á feløg, sum hava sáttmálasettar leikarar ella venjarar, at tosa við tryggingarfeløgini um at fáa skipa tryggingar, ið kunnu hjálpa hesum, um tey eru fyri skaða ella vanlukku í ítróttarvirksemi sínum.

Samstarvsavtalan við Donsku Olympisku Nevndina
Ásannandi at útlit ikki eru fyri sjálvstøðugum føroyskum limaskapi í Altjóða Olympisku Nevndini og harvið sjálvstøðugari luttøku í Olympisku Leikunum í bræði, hevur Ítróttasamband Føroya tikið upp samstarv við Donsku Olympisku Nevndina og Altjóða Olympisku Nevndina við tí endamáli at geva evnaríkum føroyingum møguleika fyri at luttaka í Olympisku Leikunum. Ítøkiliga er eisini avtala gjørd við Altjóða Svimjisambandið FINA, Svimjisamband Føroya og Danska Svimjisambandið, sum loyvir føroyskum svimjarum at umboða Føroyar í øllum altjóða kappingum, samstundis sum teir umboða Danmark í Olympisku Leikunum, uttan at fáa karantenu fyri at skifta tjóðskap. Við hesi avtaluni er ein ítøkiligur trupulleiki loystur við tað, at føroyskir svimjarar, sum t.d. Pál Joensen, sum hava prógvað sítt høga støði í altjóða kappingum, nú hava møguleikan at kvalifisera seg til luttøku í Olympisku Leikunum.

EOC
Ítróttasamband Føroya hevur seinastu árini luttikið á aðalfundum hjá Evropeisku Olympisku Nevndini sum eygleiðari, og luttóku umboð fyri ÍSF á aðalfundinum í Beograd í desember 2010. Eisini hevur forsetin, Petur Elias Petersen, havt fund við forsetan í EOC, Patrick Hickey, við tí endamálið, at koma nærri einum føroyskum limaskapi í Altjóða Olympisku Nevndini og luttøkuni í Olympisku Leikunum, sum ein slíkur limaskapur hevði givið Føroyum

Oyggjaleikir
Fyrireikingarnar til teir fjúrtandu oyggjaleikirnar á Isle of Wight í summar eru nú í hæddini. Føroysku ítróttafólkini, ið eru eini 100 í talið, fara at kappast í hesum ítróttagreinum hesa ferð: bogaskjóting, badminton, borðtennis, flogbólti, frælsum ítrótti, golf, skjóting, súkkling og svimjing.

Endaligu úttøkurnar eru gjørdar, og nú er bert aftir hjá ítróttagreinunum at gera seinastu fyrireikingarnar, so úrslitini gerast so góð sum gjørligt. Seinastu oyggjaleikir vunnu Føroyar flestu gullheiðursmerkini, og vónirnar um at vinna heiðursmerki eru góðar til í teimum ítróttagreinum, sum vit luttaka í. Men útboðið at ítróttagreinum skiftir nakað millum leikirnar, og á Isle of Wight fara vit m.a. at sakna fimleik, judo og triathlon.

Oyggjaleikir í Føroyum aftur
Í langa tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika eitt boð uppá at skipa fyri oyggjaleikum í Føroyum aftur. Stjórn ítróttasambandsins og almennir myndugleikar hava verið jalig um tiltakið, og hevur ÍSF tí alment boðað Altjóða Oyggjaleikanevndini frá, at vit ynskja at skipa fyri leikunum í 2021. Tað hevur higartil verið hørð kapping millum limaoyggjarnar um at sleppa at skipa fyri leikunum, men Altjóða Oyggjaleikanevndin arbeiðir við at broyta skipanina, soleiðis at tær oyggjar, ið ynskja at skipa fyri leikunum, verða settar í eina røð, soleiðis at áhugagar oyggjar so við og við fáa møguleikan – uttan at skula vinna eina kapping við aðrar oyggjar um leikirnar. Tað er tó ein fortreyt, at Føroyar, eins og aðrar áhugaðar oyggjar, megna at sannføra Altjóða Oyggjaleikanevndina um, at vit megnað at skipa fyrio einum so stórum altjóða tiltaki, sum oyggjaleikirnir eru. Størstu avbjóðingarnar eru innivist og manglandi umstøður í ávísum ítróttagreinum sum t.d. golf, skjóting og tennis.

Ráðstevnur
Ítróttarrørslan er fyri øll, og eru bæði kvinnur og menn røsk at taka eina hond í, tá sjálvboðið arbeiði skal gerast. Seinastu árini hevur Ítróttasamband Føroya tikið á seg uppgávuna at stuðla kvinnum eisini at taka politiska ábyrgd innan ítróttarørsluna. Við ráðstevnu í vár varð ljós varpað á týdningin av at hava bæði kynini umboðaði í nevndum og ráðum.

Forsetin takkaði eisini
Eg fari at enda at takka tykkum øllum fyri gott samstarv seinasta árið. Mangar góðar og spennandi løtur hava verið, og síggja vit fram til eins góðar løtur komandi árið – ikki minst á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í summar.

Tað eru so nógv, ið geva sítt íkast til, at ítróttarvirksemið her á landi er so stórt. Tað er vónleyst at nevna øll, men vil eg her draga nakrar høvuðsbólkar fram.

Teir sjálvbodnu leiðararnir, venjararnir og nevndarlimirnir eiga lívið í ítróttinum. Uttan tykkum var eingin kapping, eingin venjing, ja eingin ítróttur.

Tey aktivu ítróttafólkini – uttan mun til ítróttarligt støði – eru fyrimyndir hjá okkum øllum, ikki minst tá tað kemur til ynskið hjá okkum um at røra okkum eitt sindur meiri, at eta eitt sindur sunnari, og í heila tikið at livað eitt sindur betur.

Myndugleikar – almennir og kommunalir – skapa fysisku og fíggjarligu karmarnar kring virksemið hjá okkum. Í flestu førum er talan um fólk, sum brenna fyri ítróttinum eins og tú og eg. Atlit skal takast til nógv ymisk áhugamál og tørv hjá ymsum bólkum, tí eiga vit at fegnast um hvørt átak, sum verður gjørt ítróttinum at frama.

Annar týðandi partur av fíggjarliga grundarlagnum undir ítróttarrørsluni eru teir mongu sponsorarnir – stórar sum smáar fyritøkur, lokalar, landsumfatandi og altjóða, sum seta pening og orku av til at fíggja ítróttarligt virksemi.

Uttan fjølmiðlarnar vóru tað bert tey fáu, ið fingu fylgt við gongdini innan ítróttin kring landið og úti í heimi. Ítróttarredaktiónirnar á miðlunum eru mannaðar vit nøkrum av mest eldhugaðu ítróttarfjepparunum, sum vit hava; og tað fegnast vit um. Vit tykkara innlivan megna tit at fáa okkum spent í ítróttargreinum og -hendingum, sum vit annars ikki kenna nakað til. Eitt gott dømi um hetta er ótroyttiliga arbeiðið, tit gera í samband við Oyggjaleikirnar.

Vit líta við takksemi aftur á farna árið innan ítróttarheimin, og líta við spenningi fram á komandi árið.
[nggallery id=31]