_MG_2713 - Version 2.jpg

Leygardagin heldur judoítrótturin í Føroyum 100 ára føðingardag.

‘1. Mars vóru liðin 40 ár, síðani Havnar Judofelag varð sett á stovn sum fyrsta judofelag í Føroyum. 10 ár seinni, ella 31. Mars 1981 varð Sunda Judofelag sett á stovn, og 28. Februar 1981 varð Judosamband Føroya stovnað. Hesi bæði seinnu hava sostatt 30 ára stovningar dag í ár, og samanlagt verður tað tí til 100 ára hald.

Umframt tey í dag virknu judofeløgini í Havn og í Sundalagnum, so varð judofelag stovnað í Klaksvík í 1970-unum, men hetta felagið gavst seinast í 90-unum, eftir at serliga fráflyting av teimum leiðandi persónunum í felagnum gjørdi tilveruna hjá hesum felag heldur trupla.

Í 1981 vóru eisini judofeløg stovnað vesturi í Vágum og suðuri í Vági, men hesi bæði vóru bert virkin í fá ár. Seinni var eisini felag stovnað í Kollafirði, men heldur ikki tað yvirlivdi.

Gongdin hjá judoítrótti í Føroyum hevur verið skiftandi. Judo hevur verið fyri einari spakuligari framgongd frá stovnan og heilt fram til fyrst í 90-unum, tá tann ógvusliga fráflytingin úr Føroyum eisini setti síni spor her, tí fleiri av virknu judofólkunum fluttu av landinum.

Judo var partur av Oyggjaleikunum frá 1989 fram til og við leikirnar í Gibraltar í 1995. Tá tað har varð kunngjørt, at judo ikki fór at vera partur av leikunum á Jersey í 1997, var hetta eitt stórt skot fyri bógvin á judoítróttinum, sum merkti stóra frágongd av teimum vaksnu íðkandi.

Millum børn og ung hevur judo altíð verið ein væl umtókt ítróttagrein, og seinnu árini hevur aftur verið framgongd millum tey vaksnu. At judo so aftur kom inn í Oyggjaleikirnar í 2007 og 2009 hevur havt stóra positiva ávirkan, og tí er tað sera hugstoytt, at judo ikki verður á leikunum nú í summar.

Men Judosambandið arbeiðir framhaldandi við at menna ítróttargreinina og skapa henni nýggjar avbjóðingar í staðin fyri Oyggjaleikirnar. Tekniskt hevur ítrótturin verið fyri stórari menning, og fyri góðum ári síðani tóku fyrstu judoíðkararnir svarta belti í Føroyum. Tey, ið áður hava tikið svart belti, hava gjørt tað uttanlands.

Eisini verður arbeitt við at stovna nýggj judofeløg, so man fær breitt ítróttin enn meira kring landið. At áhugin er til staðar síggja vit við at fleiri av limunum ferðast langt fyri at venja á Oyrarbakka og í Havn.

Í samband við føðingardagnin hjá Judosambandinum, Havnar- og Sunda Judofelag verður almenn móttøka í ÍSF-húsinum leygardagin frá kl. 18 til 20, har øll eru hjartaliga vælkomin!