Góðu KÍ-arar, Klaksvíkingar og norðingarHjartaliga tillukku við KÍ, nú felagið fyllir 100 ár. Hetta er ein stórur dagur fyri KÍ, og hetta er eisini ein stórur dagur fyri ítróttin í Føroyum.

KÍ hevur altíð millum manna verið roknað sum eitt av teimum stóru – og hevur eisini verið tað. Altíð frammalaga og altíð ført fyri at gera vart við seg, har tað hevur verið við.

Í øllum deildum er Klaksvíkar Ítróttarfelag ført fyri at gera seg galdandi, og hjá øllum er tað ein heiður fyri seg at fáa nakað burtur úr dysti móti KÍ – tey flestu eru fegin, eydnast teimum onkuntíð at fáa annað stigið.

Ítróttarsamband Føroya skal eisini her bera KÍ eina stóra tøkk fyri stuðul øll árini síðani 1939, tá ÍSF varð sett á stovn. Frá fyrsta degi sóu norðoyingar týdningin av at fáa samskipað ítróttin í Føroyum, og saman við øðrum vóru teir við til at leggja lunnar undir ÍSF. Og síðani hava teir altíð verið millum bestu stuðlarnar hjá ÍSF, og teirra partur hevur ongantíð ligið eftir. Tað sama skal eisini sigast um hini feløgini, tit hava her norðuri.

Klaksvíkingar hava eisini øll árini verið við til at mynda ÍSF í nevnd, stjórn og arbeiðinum yvir-høvur. Undangongumaðurin á so mongum økjum, John Reid Bjartalíð, sat í mong ár sum limur í aðalstjórn ÍSF, og eisini aðrir hava verið við til at laga manngarð um ítróttin í Føroyum. Formannin í Fótbólssambandi Føroya, hava tit átt í mong ár – ikki minst, nú fótbólturin seinni árini hevur staðið fyri so stórum avbjóðingum, ið eingin áður hevði droymt um fóru at koma.

At KÍ hevur eina glæsiliga fortíð, finna vit so mong prógv fyri gjøgnum hesi 100 árini. Men í øllum hesum hava tit ongantíð læst tykkum føst í fortíðina. Framtíðin hevur altíð staðið frammalaga, og tit hava dugað at sæð týdning í, at ungfólk tekur við, har teir gomlu sleppa. Ungdómurin og gott ungdómsarbeiði eru grundvøllir undir framtíðini hjá KÍ, ja, hjá Klaksvíkini sum heild.

Tað er gott at eiga minni um góðar gamlar dagar, men ikki minni hevur tað týdning at duga og tora at hyggja frameftir. Á mongum økjum hava tit átt undangongufólk, og tey koma tit eisini framyvir at eiga. Eingin ivi er um tað. Tí er tað við góðum vónum og stórum spenningi, at vit kunnu líta frameftir, hóast tað á so mongum øðrum økjum í landi okkara kann síggja so dapurt og trupult út. Latið ongantíð hetta framskygni gleppa tykkum av hondum, men leggið doyðin á at bera tann arvin víðari, ið teir gomlu gjøgnum hesi 100 árini hava lagt tykkum í beinið.

Í minum arbeiði sum forseti í Ítróttarsambandi Føroya og við mentunarpolitikki havi eg sæð, at eingin ivi er um tann týdning, tað hevur fyri trivnað og menning í landi okkara, at vit eiga ein virknan ungdóm, sum ikki sparir seg, men vil leggja tíð og mátt í at røkja tann mentunararv, ið sprottin er úr føroyskum jørðildi. Ei heldur eiga vit at gloyma ella undirmeta tann týdning, tað hevur at tilevna allan tann mentunarliga og ítróttarliga íblástur, sum kemur uttaneftir, og sum vit tann vegin kunnu geva ein seregnan føroyskan dám.

Vit, sum fáast við ítrótt og tískil hava dagligt samband og samstarv við ta fjøld av fólki í øllum aldri, ið er virkin innan ítróttin – serliga ungdóm, kvinnu sum mann – undrast og fegnast støðugt yvir, hvussu eldhugi og sjálvsofran kunnu flyta fjøll – og gera tað!

Við hesum fáa orðum vil eg fegin ynskja Klaksvíkar Ítróttarfelag hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum og allan góðan byr framyvir.

Heðin Mortensen
ÍSF forseti