Komið og roynið onkra ítróttagrein í heystfrítíðini!
Í samband við Rørsluáruið skipar Ítróttasamband Føroya saman við Fólkaheilsuráðnum fyri, at heystfrítíðin hjá skúlunum kann verða merkt av rørslu , ið skal geva øllum góðar upplivingar.
Nøkur ítróttafeløg í Føroyum fara at “lata felagið upp”. Tey fara at skipa fyri tiltøkum, har øll fólk, eisini tey, ið ikki eru limir í felagnum, fáa høvi at royna ítróttina, sum tey varða av.
Skúlabørnini hava frí hesar dagar, og tí er tað serliga til teirra, vit venda okkum, men øll eru vælkomin til tiltøkini, eisini foreldur og ommur og abbar. Eitt hugskot er, at “tvey/trý ættarlið royna seg”. Tvs. at foreldur kunnu royna seg saman við børnunum.
Nýtið hetta høvið, nú rørsluár er, at royna onkra ítrótt, sum tit kanska ikki hava roynt og merk, hvussu stuttligt og gott tað er, at vera aktiv/ur.
Roynið ymiskar ítróttagreinar kring landið, t.d. rógving í Norðdepli-Hvannasundi, bogaskjóting í Vágum, golf á Glyvursnesi, familjudag á Tórsbreyt og mangt annað.
Yvirlit yvir tiltøk í Heystfrítíðini – yvirlitið verður dagført so hvørt, so vitjið aftur.
12.okt. kl. 15-19 Miðvágs Badmintonfelag
16.okt. kl. 17-21 Miðvágs Badmintonfelag
Familjudagur í Ítróttarhøllini á Giljanesi. Øll eru vælkomin, børn, foreldur, ommur og abbar. Á skránni vera kappingar og spøl fyri øll – tað nýtist ikki at duga spølini áðrenn. Vit bjóða eisini kaffi o.a.
13.okt. kl. 14-16 Havnar Tennisfelag
Øll sum hava hug eru hjartaliga vælkomin at royna at spæla tennis, á Tennisvøllinum í Gundadali.
Fyrivarni má takast fyri veðriðnum, tí banin má ikki vera vátur.
15.okt. kl 17-18     Bragdið
Familjudagur á Tórsbreyt. Ymisk sløg av rørslu vera á skránni.
15.okt. Kl. 16-19   Róðrarfelagi Knørrur
Familjurógving. Til ber hjá øllum at koma, bæði børn, foreldur, ommur og abbar. Vit kunnu taka ímóti 14 fólkum í senn, tvs. Uml. 40-50 fólk í 3 tímar.
Róð verður á vágni og evt. yvir í Sandagerð.
15.okt. kl. 17-19     Bóltfelagið ROYN – borðtennis
Opið hús í Roynhøllini. Børn, foreldur, ommur og abbar eru hjartaliga vælkomin at hoyra um og spæla borðtennis.
16 okt. Kl. 10-16   Tórshavnar Golfklubbi úti á Glyvursnesið
17.okt. Kl. 10-16   Tórshavnar Golfklubbi úti á Glyvursnesið
Møguleiki hjá ungum sum eldri at royna golfítróttina. Fólk úr Tórshavnar Golfklubba læra frá sær um grundsløg o.a. Eisini verður møguleiki fyri at skipa fyri eini golfkapping fyri teimum ungu, ið hava roynt at spælt golf áður.
14. okt.  Kl.16-18 Nordepils-Hvannasund Róðrarfelag
16. okt.  Kl.16-18 Nordepils-Hvannasund Róðrarfelag
Familjurógving. Til ber hjá øllum at koma, bæði børn, foreldur, ommur og abbar.
15 okt. Kl. 14-18 Mjølnir í fimleikahøllini
Øll, børn, foreldur ommur og abbar, eru vælkomin ein túr í fimleikahøllina. Á skránni vera ymisk spøl og annars fara vit at hugna okkum og hava tað stuttligt.
15 okt. Kl. 18-20 Bogaskjótifelagið Vágaskot
Øll, ung sum eldri, eru vælkomin í fimleikahøllina í skúlanum á Giljanesi, at royna at skjóta við boga og píl.
Neistin hevur honbóltskúla fyri Neista-børnum.
H71 hevur hondbóltskúla fyri øllum børnum og ungum í Føroyum.

Í samband við Rørsluáruið skipar Ítróttasamband Føroya saman við Fólkaheilsuráðnum fyri, at heystfrítíðin hjá skúlunum kann verða merkt av rørslu , ið skal geva øllum góðar upplivingar.

Nøkur ítróttafeløg í Føroyum fara at “lata felagið upp”. Tey fara at skipa fyri tiltøkum, har øll fólk, eisini tey, ið ikki eru limir í felagnum, fáa høvi at royna ítróttina, sum tey varða av.

Skúlabørnini hava frí hesar dagar, og tí er tað serliga til teirra, vit venda okkum, men øll eru vælkomin til tiltøkini, eisini foreldur og ommur og abbar. Eitt hugskot er, at “tvey/trý ættarlið royna seg”. Tvs. at foreldur kunnu royna seg saman við børnunum.

Nýtið hetta høvið, nú rørsluár er, at royna onkra ítrótt, sum tit kanska ikki hava roynt og merk, hvussu stuttligt og gott tað er, at vera aktiv/ur.

Roynið ymiskar ítróttagreinar kring landið, t.d. rógving í Norðdepli-Hvannasundi, bogaskjóting í Vágum, golf á Glyvursnesi, familjudag á Tórsbreyt og mangt annað.

Yvirlit yvir tiltøk í Heystfrítíðini – yvirlitið verður dagført so hvørt, so vitjið aftur.

12.okt. kl. 15-19 Miðvágs Badmintonfelag
16.okt. kl. 17-21 Miðvágs Badmintonfelag
Familjudagur í Ítróttarhøllini á Giljanesi. Øll eru vælkomin, børn, foreldur, ommur og abbar. Á skránni vera kappingar og spøl fyri øll – tað nýtist ikki at duga spølini áðrenn. Vit bjóða eisini kaffi o.a.

13.okt. Suðuroyar Svimjifelag  Kl. 13.30-14.30 á Tvøroyri og Kl. 14.30-15.30 í Vági
15.okt. Suðuroyar Svimjifelag  Kl. 13.30-14.30 á Tvøroyri og Kl. 14.30-15.30 í Vági
Øll eru vælkomin at roynarvenja við svimjifelagnum.

13.okt. kl. 14-16 Havnar Tennisfelag
Øll sum hava hug eru hjartaliga vælkomin at royna at spæla tennis, á Tennisvøllinum í Gundadali.
Fyrivarni má takast fyri veðriðnum, tí banin má ikki vera vátur.

14.okt. kl.  Fuglafjarðar Svimjifelag 
Kom og royndarven hjá FS og blív eina uppliving ríkari. Sí meir á www.fsvim.com
Kl. 17-18. 5 Flokkur og yngry 
Kl. 18-19. 6 Flokkur og eldri 

14.okt. kl.19-21 Bogaskjótifelagið ØRVUR
Vit hava opið hús – børn, foreldur, ommur og abbar eru vælkomin at royna bogaskjóting. Vit halda til í kjallarinum í NSÍ-høllini. 

15.okt. kl.14 VB – súkkling
Øll eru vælkomin við súkklutúr. Vit møtast í VB-húsinum. 

15.okt. kl 17-18 Bragdið
Familjudagur á Tórsbreyt. Ymisk sløg av rørslu vera á skránni.

15.okt. Kl. 16-19   Róðrarfelagið Knørrur
Familjurógving á Havnar vág. Øll kunnu koma, bæði børn, foreldur, ommur og abbar. Møta í neystinum á Skálatrøð. Felagið hevur bjargingarvestar. Sí meir á www.rk.fo

15.okt. kl. 17-19     Bóltfelagið ROYN – borðtennis
Opið hús í Roynhøllini. Børn, foreldur, ommur og abbar eru hjartaliga vælkomin at hoyra um og spæla borðtennis.

16 okt. Kl. 10-16   Tórshavnar Golfklubbi úti á Glyvursnesið
17.okt. Kl. 10-16   Tórshavnar Golfklubbi úti á Glyvursnesið
Møguleiki hjá ungum sum eldri at royna golfítróttina. Fólk úr Tórshavnar Golfklubba læra frá sær um grundsløg o.a. Eisini verður møguleiki fyri at skipa fyri eini golfkapping fyri teimum ungu, ið hava roynt at spælt golf áður.

14. okt.  Kl.16-18 Nordepils-Hvannasund Róðrarfelag
16. okt.  Kl.16-18 Nordepils-Hvannasund Róðrarfelag
Familjurógving. Til ber hjá øllum at koma, bæði børn, foreldur, ommur og abbar. Felagið hevur bjargingarvestar.