Kaj Leo Johannesen løgmaður hevur játtað at vera verji hjá Ítróttasambandi Føroya. Í hesum sambandi handaði starvsnevndin hjá ÍSF 15. oktober 2008 løgmanni gullnál ÍSF og skreytblað.
Undan handanini umrøddu løgmaður og starvsnevndin umstøður og fyritreytir fyri úrvalsítrótti í Føroyum. Løgmaður nevndi eisini møguleikan at seta ein bólk við umboðum frá politisku skipanini og ÍSF at arbeiða fyri føroyskum limaskapi í altjóða ítróttarfelagsskapum. Starvsnevndin vísti stóran áhuga fyri uppskotinum.
Undir handanini nevndi ÍSF-forsetin, Sølvi R. Hansen, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskan ítrótt at kenna tryggleikan í at hava verjar og stuðlar í fremstu røð í samfelagnum.