-Firouz Gaini hugleiðir um ítrótt

Sambært kanningini ‘Ungfólk 2012’, sum umfataði 540 føroysk ung (276 gentur og 264 dreingir) fødd í 1996 (fimm prosent vóru tó eitt ár eldri ella yngri), hevur ítrótturin ein serligan leiklut í ungdómslívinum hjá teimum flestu. Lat okkum hyggja eitt sindur nærri at teimum, sum íðka ítrótt við ítróttarfelagi. Viðvíkjandi ítróttini, sum tey (sum einstaklingar) venja mest verður spurt: Hvussu ofta venur tú um vikuna? 41 prosent siga seg als ikki venja ítrótt við ítróttarfelagi. 11 prosent venja 1-2 ferðir um vikuna, meðan 18 prosent venja tríggjar ferðir um vikuna. Ein fimtingur venur 4-6 ferðir um vikuna, meðan 11 prosent siga seg venja so at siga dagliga.

Av teimum ungu, sum venja við ítróttarfelagi, siga 47 prosent seg vera ‘heilt samd’ í at tað ‘vanliga er stuttligt at venja’ (við høvuðsítróttargreinini). Hinvegin siga 10 prosent tað øvugta – at tey eru ‘heilt ósamd’. Og 26 prosent siga seg vera ‘samd’ ella ‘hvørki samd ella ósamd’ í hesum. Eru tey eisini nøgd við ítróttarfelagið? 57 prosent siga seg vera ‘heilt nøgd’ ella ‘nøgd’, meðan 31 prosent eru ‘heilt ónøgd’ ella ‘ónøgd’. Spurd um tey ungu eru nøgd við venjaran hjá sær, eru úrslitini sum heild jalig. Dreingirnir eru tó betri nøgdir enn genturnar. 58 og 47 prosent av ávikavist dreingjum og gentum siga seg vera ‘sera nøgd’. Tó eru eisini fleiri dreingir enn gentur, sum siga seg vera heilt ónøgd við venjaran. Sostatt kunnu genturnar sigast at savnast í miðjuni í sínum dómi yvir venjararnar. Minni enn 2 prosent eru ‘heilt ónøgdar´við venjaran.

Hvat sigur unga ítróttarfólkið so um umstøðurnar at venja í? Eisini her eru dreingirnir yvirumboðaðir í ytstu svarkategoriunum – bæði meira ‘sera samdir’ og ‘sera ósamdir’ í at venjingarumstøðurnar eru góðar. Úrslitini mugu tó sigast at vera sera góð fyri tey ungu tilsamans, tí heili 75 prosent eru ‘samd’ ella ‘sera samd’ í pástandinum.

Hvat kann fáa ung at gevast at ganga til ítrótt? Sambært spurnakanningini hjá okkum, so er tað sjáldan at ‘mistur áhugi’ er tað, sum fær ungdómin at gevast við at venja. Einans 17 prosent siga tað spæla ‘heilt’ ella ‘nokkso’ stóran leiklut at tey ‘mistu áhugan’ fyri ítróttin. Sama úrslit sæst, tá spurt verður um ‘fígging’ – tað spælir rættiliga lítlan týdning. Bara 13 prosent siga tað spæla ‘heilt’ ella ‘nokkso’ stóran leiklut í persónligu avgerðini um at gevast. At ‘vinirnir góvust’ at venja spælir hinvegin sera stóran leiklut. Ikki færri enn 68 prosent siga, at hetta spælir ‘heilt’ ella ‘nokkso’ stóran leiklut í avgerðini um at gevast at venja. Tíðarspurningurin er tó tann mest umráðandi. Kanningin vísir at 70 prosent siga tað spæla ‘heilt’ ella ‘nokkso’ stóran leiklut at tey ikki høvdu tíð.

Ein onnur høvuðsorsøk til at gevast við at venja ítrótt er, sambært kanningini hjá okkum, at ‘ov nógv kapping’ er í ítróttarumhvørvinum. Heili 65 prosent av teimum ungu siga ‘kappingina’ spæla ‘heilt’ ella ‘nokkso’ stóran leiklut fyri at tey góvust at venja. Einans fýra prosent siga spurningin vera óviðkomandi.

Hesi úrslitini eru áhugaverd og eiga at verða kannað nærri, so at feløg kunnu forða fyri at ung velja at gevast. Tey hava ikki mist áhugan, síggja vit klárt, men taka eina tunga avgerð vegna viðurskifti, sum tey ikki sjálvi kunnu stýra. Kanska ítróttarumhvørvið ikki altíð er nóg rúmligt?