Mannagongdir viðvíkjandi bílegging hjá ítróttarfeløgum
Í sambandi við bíleggingar av plássi á leið 7 hjá ítróttarfeløgum, vilja vit kunna tykkum um mannagongdirnar, sum feløgini skulu fylgja.
- Skema: Útfyll spurnarskemað, sum liggur á hesi leinkju: https://forms.gle/9WGroX83xGC5WToy7 Tað er umráðandi, at allir spurningar verða svaraðir í skemaðinum.
- Freist: Eftir at skemað er útfylt, skulu tit boða SSL frá á Itrottur@ssl.fo, í seinasta lagi 24 tímar áðrenn fráferð. Um ferðast verður um vikuskiftið, skal bíleggingin vera send í seinasta lagi fríggjadag kl. 14:00.
- Skráseting í skipanini: Eftir hetta verður bíleggingin skrásett í bíleggingarskipanina, og ein teldupostur við QR-kodu verður sendur felagnum.