Almennur kunningarfundur verður í Norðurlandahúsinium mikudagin 16. juni 2010 kl. 15-17. Mentamálaráðið og ÍSF, saman við umboði frá LOA-grunninum, skipa fyri fundinum, sum verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Høvi verður eisini hjá áhoyrarunum at seta fram spurningar og samskifta um ávísar ítøkiligar verkætlanir.
Í apríl 2010 skrivaði landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, undir samstarvsavtalu við Lokale- og Anlægsfonden, LOA-grunnin, soleiðis at føroyingar í ár kunnu søkja um stuðul til íløgur innan ítrótt og mentan.
Við avtaluni við LOA ber til at søkja um stuðul ella lán til størri íløgur í ítróttaverkløg, mentanarhús, sjónleikarhús, konserthús, verkløg til skótar, biografar, tónleika- og dansiverkløg o.t. at nýta til almannagagnlig endamál. Tey, sum kunnu søkja, eru feløg, stovnar, grunnar og kommunur, sum ynskja at byggja og reka verkløg uttan fíggjarlig egináhugamál.
Tiltakið er ætlað teimum, sum umhugsa at søkja úr grunninum, men fjølmiðlar og onnur áhugað eru vælkomin. Tiltakið er alment og ókeypis.
Skráin:
15.00- 15.10 Vælkomin – Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna
15.10- 16.10 Jørn Christoffersen, ráðgevi í LOA-grunninum, greiðir frá virkseminum hjá grunninum, so sum stuðulsmøguleikar, mannagongdir, krøv v.m. Harumframt verður kunnað um ymiskar verkætlanir, sum LOA-grunnurin áður hevur stuðlað
16.10- 16.30  Kaffisteðgur
16.30- 17.00 Spurningar og kjak
LOA-grunnurin er danskur grunnur, ið verður fíggjaður við 8% av donsku veddingarpengunum, harumframt hevur grunnurin eitt stovnsfæ, sum donsk ítróttarfeløg settu í grunnin, tá ið hann varð stovnaður í 1993.