Oyggjaleikanevndin á Prince Edward Island hevur boðað frá, at hon tekur sítt boð uppá oyggjaleikirnar í 2013 aftur.

Annars var ætlanin, at aðalfundurin hjá IGA í Álandi seinast í juni i ár skuldi taka støðu til, hvørt leikirnir skuldu vera á Bermuda ella á Prince Edward Island.

Men tá stjórnin í Prince Edward Island tók lyftið um fíggjarligan stuðal til leikirnar aftur 19. februar í ár, og allar royndir at finna annan stuðul miseydnaðust, gjørdi Oyggjaleikanevndin á Prince Edward Island av at taka boðið aftur.

Tí hevur aðalfundurin hjá IGA 28. juni 2008 bert ein umsøkjara til leikirnar í 2013 at taka støðu til.