Í viðmerking til týsdagsútgávuna av Sosialinum leggur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, undirritaða undir at siga ósatt í málinum um útlendsku ítróttafólkini. Hann boðar frá, at ÍSF hevur verið við í viðgerðini av málinum um útlendsku ítróttafólkini. Hetta er bara ikki satt.

Ítróttasamband Føroya havur havt tveir fundir við landsstýrismannin í innlendismálum, Jógvan við Keldu. Tó hevur talan ikki á nakran hátt verið um samráðingar ella eina roynd at finna loysnir, men bert um einvegis kunning frá landsstýrismanninum. Sjón fæst fyri søgn, tí ongar av atfinningunum hjá Ítróttasambandi Føroya eru tiknar til eftirtektar.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt ítróttinum greitt, at hann ikki vil boyggja seg longur enn so, at ítrótturin skal gjalda í minsta lagi 60 prosent av einari arbeiðaraløn til útlendsku ítróttafólkini. Og her er knívskorið, tí tað megna ítróttarfeløgini ikki.

Seravtala ella politiskt alibi?
Tað tykist løgið, at landsstýrið roynir at samráða seg til eina verri avtalu enn hana, ið stóð landsstýrinum í boðið fyri jól. Fyri fýra mánaðum síðani var ein seravtala fyri ítróttafólk fingin upp á pláss, ið einki nevndi um tey 60 prosentini.

Samfelagsbúskaparligu grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum eru longu afturvístar av samfelagsfrøðingum. Útlendsku ítróttafólkini eru so fá, at tey ikki hava stórvegis ávirkan á føroyska arbeiðsmarknaðin, so har skal ikki leitast eftir einari orsøk til jánkasliga útlendingapolitikkin, ið nú skal rekast í Føroyum.

Orsøkirnar til ynski um at fáa ein verri avtalu eru ivaleyst at finna í øðrum samanhangi. Tað er greitt, at landsstýrismaðurin í innlendismálum als ikki hevur flutt seg í málinum.

Um landsstýrismaðurin ger eina 60 prosents avtalu við danir, kann hann við góðum rætti siga, at hann hevur gjørt eina seravtalu fyri ítróttafólk. Men samstundis veit hann fullvæl, at tey 60 prosentini hava tann ynskta virkningin, at eingi útlendsk ítróttafólk verða at síggja í okkara kappingum í fótbólti, hondbólti og flogbólti ella øðrum ítróttagreinum í framtíðini.

Eggjar til “kreativar” loysnir
Tað frættist, at ítróttafeløg kring landið royna at bjarga sær undan forfylgingini sum frægast, í samráð við lokalt vinnulív og kommunurnar.

Tað tykist margháttligt, at landsstýrismaðurin við lógarmálum skal verða tann, ið við ætlaðu avtaluni skal eggja til kreativar “loysnir”.

Hetta átti at fingið klokkurnar at ringt onkunstaðni, at feløg – longu áðrenn avtalan er gjørd teirra vegna – royna at finna loysnir, so tey kunnu sleppa uttan um avtaluna hjá landsstýrismanninum í lógarmálum.
At landsins myndugleikar við sjuskutum og hálvlidnum lógararbeiði vilja kroysta ítróttafeløgini so hart, er ikki til at skilja, tí tað er púra óneyðugt, tá tey í nógvar mátar eru nóg illa kroyst frammanundan.
Og enn verri ber til at skilja, at landsstýrið í hesum máli hevur gjørt nakað til ein trupulleika, ið als ikki var tað frammanundan – enntá sum eitt skálkaskjól fyri at loysa málið.

Ítrótturin einki uppskot sæð
Ítróttasamband Føroya hevur ikki enn sæð nakað uppskot til seravtalu á økinum. Vanligur siður er annars, at uppskot til møguligar avtalur verða send avvarðandi pørtum til hoyringar.
Málið er óformliga umrøtt við løgmann í øðrum høpi, men tað stendur fast, at eingin fundur hevur verið við løgmann um hetta mál.

Hóast tað hevur gingið sum rótasúpan, at landsstýrismaðurin í innlendismálum einsamallur stendur aftan fyri herferðina móti útlendsku ítróttafólkunum, boðaði løgmaður sunnudagin í Útvarpi Føroya frá, at atgerðin hevur eitt samt landsstýri aftan fyri seg. 

Sostatt er líkt til, at útlendingapolitikkurin hjá landsstýrismanninum við innlendismálum hevur eina greiða politiska semju aftan fyri seg. Tað er einki minni enn hugstoytt, tí hetta fortelur bara, at bæði einstaklingar og flokkar innan landsstýrissamgonguna hava kúvent í málinum og nú reka heilt annan politikk, enn væntandi var av teimum.

Heðin Mortensen
ÍSF-forseti