Ítróttasamband Føroya fær í næstum forkunnuga vitjan av mætum ítróttarmanni. Tað er danski badmintonleikarin Poul-Erik Høyer, sum í síni yrkisleið innan ítrótt m.a. vann OL-gull í 1996, All England í 1995 og 1996 og EM-gull í 1992, 1994 og 1996, sum kemur at vitja.

Poul-Erik Høyer gjørdist nýliga 25. limurin í tí donsku Hall of Fame, ið er ein skipan hjá Danska Ítróttasambandinum, ið heiðrar bestu donsku ítróttafólkunum í søguni. Hann er nú næstformaður í Danska Badmintonsambandinum.

Vitjanin er liður í úrvalsarbeiðinum hjá ÍSF. Við sær hevur Poul-Erik ítróttastjóran í úrvalsdeildini hjá Danska Badmintonsambandinum, Finn Trærup-Hansen.

Hóskvøldið 21. januar verður skipað fyri einum úrvalskvøldi við teimum báðum. Tiltakið er í Skálanum í Norðurlandahúsinum og byrjar kl. 19. Øll eru vælkomin til tiltakið, sum annars serliga er ætlað miðvísum ítróttafólkum og venjarum teirra.

Poul Erik Høyer kemur við støði í egnum royndum at greiða frá lívinum sum úrvalsítróttafólk, sum ungur, sum vaksin og móti endanum av yrkisleiðini. Hvussu savna vit okkum og arbeiða miðvíst við okkara ítróttalívi? Og hvussu gerast vit meistarar?

Finn Trærup-Hansen, ítróttarsjóri í úrvalsdeildini hjá Danska Badmintonsambandinum fer at greiða frá, hvussu tey skipa sítt úrvalsarbeiði. Hvussu velja tey úrvalsítróttafólkini út? Hvussu stuðla tey teimum? Hvussu tilrættisleggja tey virksemið hjá úrvalsítróttafólkunum, og hvønn leiklut hevur Badmintonsambandið annars í lívinum hjá úrvalsítróttafólkunum.

Ítróttasamband Føroya vónar, at tiltakið verður til gagns fyri úrvalsarbeiðið innan føroyskan ítrótt.