At Fregnir royna at sáa split og sundurlyndi í eitt so stórt arbeiði, sum í so mong ár er lagt í at vinna Føroyum altjóða ítróttarliga viðurkenning, er alla átalu vert! Og at blanda politikk upp í málið, sum fyri okkum øll hevur verið borið oman fyri allar politiskar hugsjónir og meiningar, er ófyrigeviligt!

Í Fregnum fríggjadagin røkkur ein longri herferð hjá blaðnum tindunum. Hetta tykist hava verið ein miðvís herferð móti føroysku royndunum í fleiri harrans ár at vinna Føroyum olympiska viðurkenning, samstundis sum alt verður gjørt fyri at grugga málið og blanda politikk uppí.

Hetta er serstakliga harmiligt, tí síðani miðskeiðis í 80-árunum hava mong fólk – uttan mun til politiska ella ríkisrættarliga sannføring – staðið saman sum ein maður í tí stóra arbeiði, ið er gjørt fyri at geva Føroyum ein olympiskan kjans.

Tað stutta av tí langa er, at ein russari fyri blaðið ringir til russiska næstformannin í altjóða olympisku nevndini, Vladimir Smirnov, og spyr hann um útlitini fyri, at Føroyar skulu fáa olympiska viðurkenning. Saman við greinini er m.a. mynd av hesum sama Smirnov saman við russiska forsetanum Vladimir Putin.

Smirnov vildi verið meira enn vanliga djarvur, um hann svaraði “Da!”, tá hann fekk spurningin. Sjálvandi svaraði hann “Njet!”, tí hvussu skuldi hann annars vart seg yvir fyri t.d. Putin, tá hann við einum játtandi svari vildi sagt, at eisini Tjetjenia skuldi havt rætt til olympiska viðurkenning?

Nei, svarið gevur seg sjálvt! Tað er, sum so mangan verður tikið til, at “sum tú spyrt, skalt tú vænta tær svar”. Støðan hevði verið tann sama fyri fáum árum síðani, um tú spurdi táverandi olympiska forsetan Samaranch tað sama. Sjálvandi vildi spaniólin ikki lova Føroyum upp í part, tí tað vildi verið tað sama sum at rætt Baskaralandinum eina hjálpandi hond!

Blanda politikk uppí 
Í áravís hava Ítróttarsamband Føroya og føroysk ítróttarfólk – uttan mun til politiska hugsjón – arbeitt fyri føroyskum sjálvræði á ítróttarøkinum. Fleiri hundrað túsund krónur eru brúktar við tí eina endamálinum: At greiða limunum í altjóða olympisku nevndini og øðrum frá, hví Føroyar skulu samanberast við tey 13 ikki-fullveldini við olympiskum limaskapi, og ikki við baskar ella tjetjenar, ið ikki eru sjálvstøðugar ítróttartjóðir.

Spell, um alt hetta arbeiði nú skal fara fyri skjeytið, bara tí politikkur kemur uppí. Tí tað er tað, Fregnir miðvíst hava roynt í eitt hálvt ár – kanska við einum vanlukkuligum úrsliti fyri tað longu nú gjørda arbeiðið, og ikki minst fyri virkishugin hjá fleiri av teimum, ið hava lagt nógv fyri Føroyum til frama í hesum máli.

Um hugsað verður um føroyskan ítrótt seinnu árini, so hevur stóra fyrimyndin hjá teimum flestu óivað verið fótbóltssambandið, ið vann sær altjóða viðurkenning og tí hevur verið við í altjóða kappingum í yvir tíggju ár. Hetta er eitt livandi prógv um, hvat føroyskur ítróttur kann avrika – eisini í framtíðini!

Skulu vit nú kanska taka Føroyar úr bæði UEFA og FIFA, tá vit tosa um fótbólt? Tað má vera náttúrliga avleiðingin, tá vit – sambært Fregnir og øll tey, ið vilja rumbla og grugga hetta málið – als ongan rætt hava at vera uppi í altjóða ítrótti, tí ríkisrættarliga støða okkara nú einaferð er, sum hon er!

Sjálvandi fer einki føroyskt ynski at koma um hetta, men tá nú idealini skulu setast í hásæti, so vildi tað verið tað einasta rætta! Alt annað er at snúlta og nassa upp á altjóða ítróttarsamfelagið, uttan at hava nakran sum helst rætt til at vera uppií!

Óvitandi ítróttarleiðari 
Fyri at venda aftur til Smirnov, so má tað sigast at vera skelkandi, at ein so høgtstandandi ítróttarleiðari ikki veit av, hvar Føroyar eru. Vóru russar kanska ikki í Føroyum og spældu HM-fótbólt í fjørsummar? Og varð føroyska fótbóltslandsliðið kanska ikki sjónvarpað út í hvønn russiskan krók, tá tað var í Moskva og spældi?

Eisini átti hann at vitað betur, tá talan er um, at ST-limaskapur skal vera nøkur treyt fyri altjóða olympiskari viðurkenning. Veit hann kanska ikki av, at Sveits – sum jú ikki er limur í ST – fyri bara trimum vikum síðani vann trý gull-, tvey silvur- og seks bronsuheiðursmerki á olympisku vetrarleikunum í Salt Lake City?

Ella fyri at gera tað uppaftur greiðari: Veit Vladimir Smirnov ikki av, at hann sum næstformaður í altjóða olympisku nevndini eisini hevur ábyrgd av paralympisku leikunum, har Føroyar ferð eftir ferð hava vunnið heiðursmerki av øllum slagi og eru við á jøvnum føti við allar aðrar tjóðir?

Sama, hvør ríkisrættarliga støða okkara er, so er tað ein sannroynd, at nógvar av okkara ítróttargreinum hava vunnið sær altjóða viðurkenning og luttøku, og tað kann sjálvt ikki Fregnir gera nakað við.

Óneyðugt arbeiði fyri framman 
Hinvegin kann henda, at stórt óneyðugt arbeiði stendur fyri framman, so vit kunnu fáa uppbygt álit á Føroyar sum ítróttartjóð av nýggjum. Í staðin fyri at leggja sakina fram so positivt sum møguligt, noyðast vit nú at sannføra ein mann, sum longu alment hevur sagt “Njet!”

At Fregnir skulu skriva, at danska ítróttarsambandið “hevur staðfest”, ella at statsministarin hevur “gjørt greitt”, at fullveldi er ein fyritreyt, er snøgt sagt ófatiligt, tí Ítróttarsamband Føroya hevur fult sjálvræði, og tað hevur als ikki okkara áhuga, hvørjar løgfrøðiligar metingar danskarar gera sær.

Okkara ráðgevar og okkara kenningar innan altjóða ítrótt siga greitt: “Ígjøgnum fullan sjálvstøðugan altjóða limaskap í ENGSO, FIFA, IPC, IHF og nógvum øðrum altjóða ítróttarsamgongum eru Føroyar viðurkendar sum land í ítróttarhøpi. ÍSF hevur eina aktiva framhaldandi umsókn liggjandi frá fyrst í 80-árunum, og síðani tann dagin eru fleiri sambarlig lond tikin upp sum limir, og meira er ikki um tað!”

Harafturat kemur, at altjóða olympiska nevndin longu fyri langari tíð síðani skrivliga hevur boðað frá, at viðtøkurnar hjá olympisku nevnd Føroya vóru góðkendar, og at einasta, ið restaði í, var føroyskur limaskapur í nóg nógvum altjóða sersambondum – og tað treytina lúka vit nú!

Átalu vert og ófyrigeviligt! 
Nei, Fregnir vinna neyvan nakað heiðursmerki fyri sína herferð móti tværpolitisku – ella rættari: ópolitisku – føroysku royndunum at vinna Føroyum altjóða viðurkenning í ítróttarhøpi.

Og nú eg síggi, at onkur rósar blaðnum fyri at hava víst góðan blaðmannasið, so kann eg bara leggja aftrat, at Fregnir frá byrjan og til nú hvørki hevur sett seg í samband við Ítróttarsamband Føroya ella føroysku olympisku nevndina. Ikki ein spurningur er komin frá blaðnum, ið annars ikki sparir upp á telefonrokningina, tá “tey røttu svørini” skulu umbiðjast úr øðrum londum!

Alt byggir á gitingar og illgitingar, og endamálið er ikki at lýsa málið til fulnar, men bara at grugga tað og gera tað so ógreitt sum gjørligt. Tað er stórt spell, tí hetta hevur bara til endamáls at fáa higartil framda føroyska arbeiðið fyri altjóða ítróttarviðurkenning av rætta sporinum. Hevur føroyski ítrótturin ikki betri uppiborið?

At sáa split og sundurlyndi í eitt so stórt arbeiði, sum í so mong ár er lagt í hetta mál, er alla átalu vert! Og at blanda politikk upp í málið, sum fyri okkum øll hevur verið borið oman fyri allar politiskar hugsjónir og meiningar, er ófyrigeviligt!

við ítróttarkvøðu

Heðin Mortensen, 
Forseti í Ítróttarsambandi Føroya