Tað er við tungum hjarta, at vit í føroysku ítróttarrørsluni drýpa høvur, nú tveir av okkara fremstu ítróttarleiðarum mistu lívið í skelkandi og syrgiligu ferðsluvanlukkuni í gjár.

Høgni Carlsson og Vilhjálmur Gregoriussen vóru á veg heim eftir Oyggjaleikirnar á Bermuda, har teir høvdu verið leiðarar hjá badmintonlandsliðinum.

Lítið grunaðu vit, at sorgin bíðaði okkum øllum, tá vit glað komu heim frá oyggjaleikunum, sum annars høvdu verið so sera minniligir við upplivingum fyri lívið.

Høgni og Vilhjálmur vóru alt tað, sum vit ynskja frá okkara ítróttarleiðarum. Teir vóru nærlagdir í síni tænastu fyri ítróttin her heima, og tá okkara ítróttarfólk kappast úti í heimi.

Hesa vikuna á Bermuda vóru teir støðugt í badmintonhøllini, har teir, alt teir vóru mentir, stuðlaðu okkara badmintonspælarum, so tey kundu nýta alla sína orku til sínar kappingar.

Teir syrgdu eisini fyri, at tey við áhuga fyri badminton kundu fylgja við á netinum, uttan mun til hvar í heiminum tey vóru stadd.

Badmintonítróttin og føroyska ítróttarrørslan sum heild hava mist tveir av sínum fremstu ítróttarleiðarum. Vit skylda teimum at halda fram við sama góða arbeiði, sum teir vóru so glaðir fyri.

Men størsta tapið er tað hjá tykkum, ið varða av teimum, sum fóru í ferðsluvanlukkuni. Í løtuni ráða sorgin og vónloysið.

Vit ynskja tykkum øllum, ið varða av, Harrans styrk í hesum og komandi døgum.

Vegna Ítróttasamband Føroya
Petur Elias Petersen, forseti