Øll hava rætt til at íðka ítrótt – tú kanst gera tað møguligt!
Øll við er ein verkætlanin, sum hevur til endamáls at geva fólki við skerdum kropsligum førleikum ella menningartarni betri møguleikar at luttaka í ítrótti. Vit vilja skapa eitt umhvørvi, har tað er pláss fyri øllum – og har ítróttur kann vera ein vegur til vinarlag, felagsskap, trivnað og byggja eitt sterkari og rúmligari ítróttarsamfelag.
Parasport Føroyar og Ítróttasamband Føroya (ÍSF) søkja eftir einum eldhugaðum og ábyrgdarfullum verkætlanarfólki, at leiða og menna verkætlanina Øll við.
Tú fær ein týdningarmiklan leiklut í at:
- Menna og fremja átøk, sum stuðla endamálinum hjá verkætlanini. Hetta til dømis við at eggja ítróttafeløgum at skipa “Ítróttur fyri øll” tilboð, har fólk við menningartarni ella kropsligum tarni kunnu luttaka. Hetta kann verða eitt serligt tilboð ella ein natúrligur partur av øðrum virksemi hjá felagnum.
- Skipa fyri samstarvi við feløg, skúlar, stovnar, kommunur, mynduleikar og aðrar samstarvspartar.
- Siga frá søgum og deila upplivingar frá verkætlanini – m.a. á sosialum miðlum og í fjølmiðlum.
- Samskipa tiltøk, royndardagar og verkstovur kring landið.
- Leita eftir og umsita møguleikum fyri fígging og stuðli.
- Arbeiða við dagføringum, samskifti og skrásetingum.
- Menna ein inklusjónspolitikk fyri føroyskan ítrótt.
Vit ímynda okkum, at tú:
- Hevur brennandi áhuga fyri at gera mun – og arbeiða við fólki við serligum tørvi.
- Ert skipað/ur, sjálvstøðug/ur og dugir at taka ábyrgd.
- Hevur førleikar og trívist í samstarvi – bæði við einstaklingar og stovnar.
- Hevur royndir innan verkætlanrleiðslu samskifti, ítrótt ella sosialt arbeiði (Tað er ikki krav men ein fyrmunur).
- Hevur hug at menna eina verkætlan, sum kann liva víðari – eisini eftir verkætlanartíðina.
Treytir og tíðarætlan:
- Starvið er parttíðarstarv 20 tímar um vikuna (ella eftir avtalu).
- Starvið er tíðaravmarkað til 12 mánaðir, við møguleika fyri leingjan – treytað av fígging.
- Verkætlanin er í fyrstu syfti ætlað at vara í 2 ár.
- Starvsstaðið er í ÍSF-húsinum í Havn, men møguleiki er eisini fyri at arbeiða heima.
- Vit ynskja, at tú kanst byrja skjótast gjørligt.
- Løn og treytir verða settar eftir avtalu.
Ert tú til dystin fús?
Send okkum tína umsókn saman við lívsrensl og møguligum viðmælum til parasport@parasport.fo í seinasta lagi 24. august 2025.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Trónd Ravnsfjall, trondur@parasport.fo, tel: 217975 ella Katrin Dam á Neystabø, katrin@isf.fo, tel: 218820.