Svar til Jørgen Evald Solmunde

Takk fyri áhuga um limaskap ÍSF í IOC

Øll norðurlendsku ítróttasambondini og olympisku nevndirnar uttan tey í Svøríki hava stuðlað føroysku umsóknini. DIF stuðlar føroysku umsóknini frá 1984, men ásannar samstundis, at galdandi reglurnar hjá IOC bert loyva sjálvstøðugum londum limaskap.

ÍSF hevur við atliti til 1984-umsókina valt at vera uttanfyri DIF-samstarvið, eftirsum vit ynskja sjálvstøðugan limaskap. Grønlendska Ítróttasambandið hevur onga vón um sjálvstøðugan limaskap fyribils, og hevur tí valt at luttaka á danska OL-landsliðinum, har tað ber til.

Trætumálið millum danir og grønlendingarnar snýr seg um luttøkutreytirnar, ið verða settar donskum og grønlendskum ítróttafólkum. Grønlendingar ynskja serliga lagaligar treytir fyri síni ítróttafólk, meðan danir føra fram, at uttan mun til, um ítróttafólkini koma úr Danmark, Grønlandi ella fyri so vítt úr Føroyum, skulu tey uppfylla somu krøv.

Tað er í hesum høpinum, at DIF samanber føroysk og grønlendsk ítróttafólk. Um føroyska ítróttarrørslen ger av, at vit skulu royna at fáa føroysk ítróttafólk á danska OL-landsliði, eru tey vælkomin sigur DIF. Men ÍSF hevur sagt, at føroysk ítróttarfólk einans koma at luttaka sum føroyingar og fyri Føroyar. Alt annað kemur ikki uppá tal.

1)
Skrivið frá Rogge vísir ikki til 1984-umsóknina, men sigur bert, at við verandi IOC-lóg og verandi ríkisrættarligu støðu Føroya, kunnu Føroyar ikki upptakast sum sjálvstøðugir limir.

2)
Støðan hjá DIF er tann sama, sum hon altíð hevur verið. Teir stuðla 1984-umsóknini, men geva føroyskum ítróttafólkum møguleikan at luttaka á danska OL-liðnum, um ÍSF ynskir tað. Men tað hevur ÍSF onki ynski um, tí vit eru føroyingar undir egnum flaggi.

3)
Um Gibraltar vinnur rættarmálið, fáa Føroyar og Gibraltar sambært keldum í IOC sjálvstøðugan limaskap í IOC. Skrivið hjá Rogge broytir einki í so máta. Tað er bert ein staðfesting av verandi støðu.

4)
Báðir partarnir í rættarmálinum, IOC og Gibraltar, krógva síni kort væl, og eru tí ikki áhugaðir at siga so nógv um gongdina í rættarmálinum.

ÍSF arbeiðir víðari við málinum. Í løtuni verður roynt at fáa fund í lag við IOC. Vit ætla framhaldandi at vísa á, at okkara umsókn varð send inn, áðrenn reglurnar vórðu broyttar, og at hon tí eigur at verða viðgjørd sambært teimum reglum, ið vóru í gildi, tá umsóknin varð send inn.


Heðin Mortensen
ÍSF-forseti

____________________

 


Spurningar til ÍSF-forsetan

Nú um dagarnar frættist, at forsetin í IOC í skrivi til ÍSF hevur boðað frá, at Føroyar ikki kunnu fáa limaskap í IOC orsaka av okkara ríkisrættarligu støðu, sum vit eru í.

Jørgin Evald Solmunde 
Mánadagur 24. apríl 2006, kl. 10.22
78/78 – Meiningar

Sum eg havi skilt á lagnum, so hava øll ítróttarsambondini í Norðurlondum, eisini DIF, stuðlað ÍSF í, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap. Tí virkar tað eitt sindur løgi, at DIF nú hevur blandað Grønland uppí við tað, at DIF nú fer at taka upp samrøður við Føroyar og Grønland um spurningin.

Tí eftir mínum tykki er tað púra burtur úr vón og viti at samanbera Føroyar og Grønland á ítróttarøkinum. Pluss tað, at Føroyar hava eina umsókn liggjandi frá 1984, meðan Grønland onga umsókn hevur sent inn til IOC.

Tí fari eg at seta nakrar spurningar.

1. Hvørja ávirkan fær skrivið á umsóknina frá 1984?

2. Hvussu tulkar tú støðuna hjá DIF, sum teir nú hava tikið?

3. Hvørja ávirkan fær skrivið á okkum, um Gibraltar vinnur rættarmálið?

4. Hvussu langt er rættarmálið hjá Gibraltar komið?

Jørgin Evald Solmunde