Ítróttardómstólurin
Hondbóltsfelagið Neistin hevur við telduposti, dagfestur 18/3-2010 kært úrskurð hjá Dómsnevndini í Hondbóltsambandinum, dagfestur 16/3-2010 til Ítróttardómstólin.
Ítróttardómstólurin varð settur týsdagin 30/3-2010.
Møtt vóru Anna Dam, Børge B. Hansen, Jóhan J. Lamhauge og Poul Hansen.
Tað lá ikki fyri hjá Anju Hovgaard at møta, so Anna Dam tók við sum forkvinna.
Forkvinnan tók avgerð sambært grein 2 í reglugerðini, at dómstólurin í hesum máli skal hava 3 limir. Hesir limir eru Børge B. Hansen, Jóhan J. Lamhauge og Poul Hansen.
Fundurin lokin kl. 13.30.
Málslýsing:
Løgfrøðiligi parturin av málinum snýr seg um tulking av grein 5 pkt. 8 í kappingarreglunum, har viðkomandi brotið er soljóðandi:
”Ein spælari, sum hevur spælt 2/3 av samlaðu landskappingardystunum hjá einum liði, kann ikki í somu kapping spæla á einum lægri liði.”
Ivamálið er, hvat av liðunum a ella b hjá sama felagi í sama bólki, skal metast sum hægra/lægra liðið, og hvat skal henda meting byggja á.
Við telduposti dagfestur 17/2-2010 søkir Neistin Kappingarnevndina um møguleiki er at gera undantøk frá regluni um, at spælari ikki kann flyta millum lið, tá 2/3 av dystunum eru spældir, soleiðis at tveir spælarar hjá G14a kunnu spæla við G14b hjá Neistanum restina av kappingarárinum.
Umsókina er grundgivin við, at G14b hjá Neistanum eru komnar illa fyri av skaðum.
Kappingarnevndin játtar umsóknini og gevur Neistanum undantak frá regluni.
Dystur millum G14 Neistin b og Kyndil a verður síðani spældur 25/2-2010, sum Neistin vinnur 15-12.
Sama kvøld klagar Kyndil til Hondbóltssambandið att.: Kappingarnevndina við kravi um umdyst, tí Neistin hevði brúkt 2 leikarar, sum vóru fluttir á lægri lið, hóast 2/3 av kappingini vóru farnir afturum.
Kappingarnevndin heldur fast við avgerðina, sum nevndin metir seg hava heimild til við støði í áragamlari siðvenju.
Kyndil kærir 05.03.2010 framferðina og niðurstøðuna hjá Kappingarnevndini til Dómsnevndina, sum 16.03.1020 ger úrskurð, sum ógildar avgerðina hjá Kappingarnevndini við tí grundgeving, at grein 5, pkt. 8 í kappingarreglunum ikki loyvir undantøkum og mælir til, at nýggjur dystur verður spældur millum liðini uttan luttøku av teimum leikarum frá a – liði Neistans, sum spældu á b-liðnum sambært undantaksloyvinum.
Henda avgerð hjá Dómsnevndini verður sum sagt kærd av Neistanum til Ítróttardómstólin tann 18/3-2010.
Dómstólurin skal viðmerkja:
Um Neistin beinleiðis kann sigast at vera partur ella ikki í hesum máli, hevur ikki nakran avgerandi týdning, tí Neistin hevur í hvussu so er, ein serstakan áhuga í málinum og kann tí leggja málið fyri dómstólin.
Soleiðis sum dómstólurin sær uppá málið, so uppstendur ósemjan orsakað av, at feløgini í málinum sýnast at vera av teirri fatan, at grein 5 pkt. 8 í kappingarreglunum skal skiljast á tann hátt, at a liðið er tað hægra liðið og b liðið tað lægra liðið í hesum sambandi.
Tað er einki krav í kappingarreglunum, sum áleggur feløgunum ella øðrum viðkomandi instansum at ”seeda” liðini, um so er, at tey hava fleiri lið í sama bólki í barnadeildunum.
Nøkur feløg hava t.d. býtt liðini eftir árgangi, soleiðis at eldri árgangurin í bólkinum er a-liðið, meðan yngri árgangurin er b-liðið, meðan onnur feløg hava býtt upp eftir øðrum kriteriium.
Í innleiðandi umfarinum komu bæði a og b liðið hjá Neistanum víðari.
Tá Neistin b hevði spælt 2/3 av landskappingingardystunum var tað frammanfyri Neistan a í stigum.
Kappingarreglurnar taka ikki støðu til, hvat lið er tað lægra ella hægra liðið og feløgini hava ikki bundið seg til, áðrenn kappingina at áseta, hvat er tað lægra ella hægra liðið.
At annað liðið eitur a og hitt b og/ella at tann eldri árgangurin kanska er á
a-liðnum, kann ikki tulkast soleiðis at felagið frammanundan hevur avgjørt, hvat er hægra/lægra liðið.
Aftaná at 2/3 av dystunum eru spældir er, sambært grein 5 pkt. 8, ikki loyvt í somu kapping at flyta spælarar frá hægri liði til lægri lið.
Tá 2/3 av dystunum vóru spældir, kann staðfestast, at b-liðið hjá Neistanum var frammanfyri a-liðið, og tá ongar ásetingar eru um hægra/lægra liðið, metir dómstólurin, at hægra liðið sambært orðingini í grein 5 pkt. 8, má vera tað liðið, sum kann staðfestast at vera frammanfyri í kappingini, tá farið verður/er um 2/3 – markið.
Av tí at talan í hesum ítøkiliga føri var um flyting frá lægri til hægri lið, er flytingin í hesum føri ikki fevnd av regluni í grein 5 pkt. 8, ið inniheldur forboð móti flyting frá hægri til lægri lið. Neistin kundi tí, uttan at søkja um undantaksloyvi, flyta spælarar frá a-liðnum til b-liðið.
Longu av hesari orsøk er ikki neyðugt at taka støðu til, um Kappingarnevndin hevði heimild at gera undantøk.
At Neistin og Kappingarnevndin hava verið av tí uppfatan, at undantaksloyvir krevjast, broytir einki
Meirilutin Jóhan J. Lamhauge og Poul Hansen gera tí henda
Úrskurð
Úrskurðurin hjá Dómsnevndini frá 16/3-2010 verður ógildaður og úrslitið av dystinum, ið varð spældur tann 25/2-2010 millum Neistan b og Kyndil a, stendur við.
———————
Minnilutin, Børge B. Hansen tekur undir við úrskurðinum hjá Dómsnevndini og mælir til at staðfesta tann úrskurðin.
Tórshavn, tann 31. marts 2010