Úrskurður Ítróttadómstólsins viðvíkjandi kæru frá Neistanum um avgerð hjá dómsnevnd hondbóltsambandsins viðv. dyst nr. A 134 millum Neistan og VÍF

 

Ítróttadómstólurin hevur viðgjørt kæru, dagfesta 28. februar 2009, frá Neistanum um úrskurðin hjá Dómsnevndini hjá Hondbóltssambandi Føroya at staðfesta avgerð hjá Kappingarnevndini at úrslitið av dysti nr. A134 millum Neistan og VÍF tann 18. januar 2009 verður ógildað og dysturin verður spældur av nýggjum.

Í viðgerðini hava 5 nevndarlimirnir luttikið: Anja Hovgaard, formaður, Eyðhild Skaalum, Poul Hansen, Børge B. Hansen og Eyðbjørn Larsen.

 

Grundarlagið undir viðgerðini av kæruni

      Kæran frá VÍF

      Viðmerkingar frá Neistanum

      Viðmerkingar frá dómarunum

      Viðmerkingar frá dómaraborðinum

      Dómaraseðilin

      Kæran frá Neistanum

      Fundarreferat frá fundi millum dómsnevndina og dómararnir

      Fundarreferat frá fundi millum dómsnevndina og dómaraborðið

      Avgerðin hjá dómsnevndini

      Kæran frá Neistanum

      Viðmerkingar frá VÍF

      Viðmerkingar frá Neistanum

 

Kæran frá Neistanum

Í fyrstu atløgu ger Neistin galdandi, at dómsnevndarviðgerðin gongur umaftur við einari dómsnevnd, ið lýkur ásetingarnar í donsku reglugerðini fyri Appeludvalget, ið er at javnseta við dómsnevndina hjá HSF.

Neistin vísir í hesum sambandi á, at limirnar í dómsnevndini lúka ikki treytirnar í § 28, stk. 1 í lógunum fyri DHF um appeludvalg, tí bert ein av limunum hevur juridiska útbúgving, og hann hevur eftir kærarans tykki ikki ”idrætsjuridisk erfaring”.

Harnæst vísir Neistin á, at einasti juristur í dómsnevndini, hevur teimum kunnugt tilknýti til ávísan politiskan flokk, og hevur havt sæti á Føroya løgtingi sum varamaður. Harvið hevur hann tilknýti til eitt ”politisk organ”, og er tessvegna ógegnigur at sita í dómsnevndini. Víst verður til § 28 stk. 2.

Víðari vísir kærarin á, at teimum kunnugt lýkur ongin dómsnevndarlimur ásetingina í § 28, stk. 3, har ásett er, at ”DHF´S appeludvalg vælger selv sin formand og stedfortræder for denne, begge skal have erfaring i juridisk dommergerning eller skal kunne udnævnes til juridisk dommer.” og tessvegna hevur ongin av limunum neyðugu kompetansurnar til at taka avgerð hesari kæru viðvíkjandi.

Víst verður á, at tá upplýst verður í avgerðini, at ”Triði limurin í dómsnevndini ….. hevur ikki undirskrivað avgerðina vegna sjúku. Hann er tó kunnaður um niðurstuna og hevur góðtikið hesa.”  hevur Dómsnevndin ikki hildið ásetingina í § 28 stk. 6 undir 4. broti, har ásett er, at ”Til en sags behandling kræves, at der er tre medlemmer af DHF´s Appeludvalg til stede.

Harnæst ger Neistin m.a. galdandi, at hóast Neistin ikki hevur framt nakað brot á lógir og reglugerðir, dømir kappingarnevndin Neistan at missa tann sigur, ið Neistin hevur vunnið á vølli.

Neistin vísir á, at tað er ósatt, sum Dómsnevndin leggur til grund ”at annar av dómaranum gjørdi tekin til mál varð dømt og varð málið noterað bæði á dómaraseðilin og á klokkuna.” og

”málið varð annulerað aftur í hálvleikinum, meðan leikararnir vóru í skiftingarrúminum.”

Neistin vísir á, at protestin upprunaliga er avvíst av dómarunum, og at Neistin tí spælir dystin í hesum ljósinum. Víðari at protestin er viðgjørd í heimildarloysi við tað, at protestin ikki varð skrivað á dómaraseðilin fyrr enn eftir dystin og í hesum viðfangi varð strikað út av dómararunum. Sostatt finnst ikki nøkur lóglig grundgeving til viðgerð av klaguni hjá VÍF. Og hon eigur tessvegna at verða avvíst.

Neistin vísir á, at niðurstøðan hjá Dómsnevndini, at tað kann leggjast til grund, at VÍF hevur mótmælt (protesteret) beinanvegin, teir gjørdust varugir við avgerðina hjá dómararunum og áðrenn spælið var tikið uppaftur í besta føri er mangulfull og í ringasta føri tikin í heimildarloysi.

Neistin førir fram, at eingin sum var í høllini hendan dagin var í iva um, at VÍF leikararnir og venjarin vóru vitandi um, at málið bleiv strikað við tað sama. Vísandi til generellu juridisku viðurskiftini rundan um rættargangslógina og begrebið ”uopsætteligt”, sum er equivalenta terminologiin til tað, sum av dómsnevndini, verður víst til í grein 6:18 hjá HSF.

Í 6.18 verður víst til eina støðu mitt í einum hondbóltsdysti. Protestin skal beinleiðis og beinanvegin viðgerast, og spælið ikki uppafturtakast fyrr en protestin er avgreidd.

Í hesum málinum hava vit eina serliga støðu, við tað at hálvleikur er, tá hendingin uppstendur. Vit eru soleiðis ikki í eini støðu har dysturin skal takast uppaftur fyrr enn eftir hálvleikssteðgin. Her kann eingin vera í iva um, at VÍF (venjari og spælarar) fara av vøllinum, vitandi um, at dómararnir hava ógildað málið hjá VÍF. Hetta er eingin, sum var í høllini hendan dagin, í iva um. Hetta er vitnisfast.

Av hesum er bert ein niðurstøða møgulig. VÍF hevur hvørki beinleiðis ella beinanvegin niðurlagt protest, men hevur sambært grein 6:18 góðtikið tað, sum er farið fram við at fara til hálvleiks uttan at niðurleggja protest.

Juridiskt kann grein 6:18 soleiðis ikki rættvísgera viðgerðina av málinum, sjálvt um dysturin ikki er farin í gongd aftur, tí protestin ikki er løgd sambært reglunum í somu grein 6:18 sum nevnt omanfyri. Protestin er ikki løgd uttan íhald!

Tað er sera týdningarmikið í hesum samanhangi at leggja til merkis, at venjarin hjá VÍF uttan iva er vitandi um støðuna, tá ið hann fer út úr høllini í steðginum, so hann kann hugsa seg um, hvat hann skal gera, um so er, at hann tapir dystin, VÍF er tá 5 mál aftanfyri Neistan.

Neistin vísir eisini til avgerð hjá DHF frá 8. februar 2008, Journalnr. 1314-08-FS.

 

VÍF

VÍF hevur havt kæruna frá Neistanum til hoyringar og í stuttum kann sigast at teir vísa til sína kæru til Kappingarnevndina og fasthalda kravið um, at dysturin verður spældur av nýggjum.

 

Málslýsing

Staðfestast kann, at VÍF hevði fríkast, tá klokkan vísti 29.59. Staðfestast kann eisini, at VÍF leikari antin er í fer við at taka fríkast ella at bólturin er í luftini, tá leiktíðin verður úti. Harnæst kann staðfestast, at bólturin fór í netið eftir, at tíðin var farin. Staðfestast kann eisini, at málið kom á talvuna, sum tá vísti 21-17.

Dómararnar boðaðu dómaraborðinum frá, at mál var ikki dømt og máltalvan varð rættað samsvarandi.  Fríkastið varð ikki tikið umaftur.

Vísandi til frágreiðing frá dómaraborðinum til dómaraseðilin er upplýst, at tá venjari og leikarar hjá VÍF koma inn aftur í høllina eftir hálvleik og síggja at málið er annulera, mótmæla teir harðliga og noktar venjarin hjá VÍF at taka dystin uppaftur uttan so, at teir fáa annuleraða málið aftur. Og tá dómararnar hava fingið menninar at stilla upp, sigur venjarin hjá VÍF við dómaraborðið, ”noter at vi protesterer” og endurtekur hann hesi orðini nakrar ferðir.

 

Ítróttadómstólurin skal viðmerkja

Í tann mun kappingarreglurnar hjá HSF onga áseting hava, eru tær til hvørja tíð galdandi alheimsreglur fyri hondbólt, sum IHF ásetur galdandi, jbr. grein 1.6 í kappingarreglunum hjá HSF.

Hvørki HSF reglurnar ella IHF reglurnar um, hvussu spælast skal, seta krøv til dómsnevndir. Tí eru reglur fyri dómsnevndir innan ÍSF og viðgerð av kærum galdandi eisini fyri dómsnevndina hjá HSF. Í hesi reglugerðini eru ikki ásett krøv til dómsnevndarlimir. Hvussu danska appeludvalget er samansett og hvørji krøv vera sett til teirra, er tí ikki viðkomandi fyri dómsnevndina hjá HSF.

Tað at triðji limur í dómsnevndini ikki hevur undirskrivað avgerðina hevur ikki við sær, at avgerðin verður mett sum ógyldug. Hetta er grundað á, at ongi formkrøv eru til fundir, viðgerð, undirskriving v.m. Hinvegin hevur Dómsnevdin víst á, at eisini triðji limurin hevur verið við í viðgerðini og hevur tikið undir við avgerðini.

 

Tí verður kravið hjá Neistanum um heimvísing ikki gingið á møti.

Í altjóða hondbóltsspælireglunum er grein 2:4, stk. 2 soljóðandi:

“Similarly, the throw must be retaken, if the final signal (for half-time or end of game, also in overtime) sounds precisely when a free-throw or a 7-meter throw is being executed or when the ball is already in the air.”

Tá VÍF leikari antin er í fer við at taka fríkast ella bólturin er í luftini, tá leiktíðin verður úti, er greitt, at fríkastið átti at verið tikið av nýggjum. Tá hetta ikki er gjørt, er talan um brot á leikreglurnar.

Sambært grein 6.18 í reglugerð hjá HSF skal mótmælast beint eftir, at skeivleikin við at leikreglurnar eru nýttar skeivt eru staðfestur, ella møguliga mistakið er gjørt, og skrivarin skal samstundis skriva mótmælið í dystarfrágreiðingina (dómaraseðilin).

 Tað er ikki prógvað, at VÍF hevur ella átti at lagt merki til, at málið er strikað, áðrenn teir fóru til hálvleik. Ítróttardómstólurin hevur í hesum sambandi valt at leggja avgerandi dent á frágreiðingina hjá dómaraborðinum.

 Tá VÍF mótmælir beinanvegin komið verður inn til annan hálvleik og krevur, at mótmælið verður skrivað á dómaraseðilin, metir Ítróttadómstólurin, at mótmælt er beint eftir, at VÍF hevur havt møguleika at varnast, at brot er framt á leikreglurnar. Somuleiðis er mótmælt, áðrenn dystur byrjar og sostatt er treytin í 6.18 í kappingarreglunum lokin.

 Hóast mótmælið ikki er komið á dómaraseðilin verður mett, at frágreiðingarnar frá dómaraborðinum og dómarunum vísa, at VÍF hevur mótmælt uttan íhald. Spælið er ikki uppafturtikið, tá mótmælt verður. VÍF hevur ikki ræðið á dómaraseðlinum og kann tí ikki gera meira enn teir hava gjørt. Tað kann tí ikki ganga út yvir teir, at skrivarin er óvitandi um, at mótmælið skal skrivast á dómaraseðilin.

 Avgerðin hjá DHF, sum Neistin vísir til, er ikki samanberlig við hetta mál, vísandi til, at brotið í tí dystinum varð framt í 25. minutti.

 

Úrskurður

 Grundað á frammanfyri standandi, og at tað ikki kann avvísast, at tann skeiva dómaraavgerðin kann hava havt avgerandi týdning fyri endaliga úrslitið av dystinum, samtykti Ítróttadómstólurin at staðfesta avgerðina hjá Dómsnevnd HSF um, at úrslitið av dysti nr. A134 millum Neistan og VÍF verður ógildað og dysturin verður spældur av nýggjum.

 Kappingarnevnd HSF ásetur nýggjan leikdag.

  

Tórshavn 18. mars 2009