Úrval, sum er serlig skipan undir ÍSF, og sum hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til føroysk l úrvalsítróttafólk, hevur nú útlutað peningin fyri 2015.
Inn komu 8 umsóknir, og nevndin í Úrvali hevur bólkað hesar umsóknir í tríggjar bólkar, grundað á tann bygnað, sum Úrval arbeiðir eftir:
Grundað á hesa skipan hevur Úrval játtað fíggjarligan stuðul soleiðis:
1. bólkur: | Pál Joensen | svimjing | kr. 405.000,- |
2. bólkur: | Gudmundur Joensen | triathlon | kr. 220.000,- |
Valborg Heinesen | fræls ítrótt | kr. 91.000,- | |
Ragnvaldur Joensen | svimjing | kr. 49.500,- | |
3. bólkur: | Óli Mortensen | svimjing | kr. 26.000,- |
Krista Mørkøre | svimjing | kr. 68.000,- | |
Tórur Mortensen | fræls ítrótt | kr. 20.000,- | |
Hanus Bergsson | fræls ítrótt | kr. 20.000,- |
Tilsamans hevur Úrval útlutað kr. 967.500,- fyri 2015.
Næsta útlutingarumfar verður síðst í 2015 fyri árið 2016. Hetta tó treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2016. Allar umsóknir skulu vera umvegis avvarandi Sersamband, sum stendur við ábyrgdini fyri íðkaranum yvirfyri Úrvali, og sum hevur skyldu at geva frágreiðing um fíggjarlig og ítróttarlig viðurskifti hvønn ársfjórðing og borin saman við sett mál fyri tíðarskeiðið og fyri kravda 4 ára langtíðarætlanina fyri íðkaran.
Fyri nevndina í Úrvali
Magnus Tausen, formaður