Úrvalsíðkarar – Umløgd Undirvísing
1. Tú skalt góðkennast sum úrvalsíðkari
- Tú skalt fylla út umsóknina á uvs.fo/urval
- Ítróttasamband Føroya, saman við avvarðandi ítróttagreini, metir, um tú lýkur treytirnar fyri at gerast úrvalsíðkari og sendir tær og skúlanum boð.
- Um tú fær “ja”, ert tú góðkendur fyri alla miðnámstíðina, og skal sostatt ikki søkja um ítróttaliga góðkenning aftur á hvørjum ári.
2. Skúlin metir, um tú fært loyvda fráveru
- Fráveran telur ikki, um skúlaskyldur verða røktar á landsliðsferðini ella við umlagdari undirvísing – hetta skal skipast í samráð við ÍSF-vegleiðaran á skúlanum.
- Um tú hevur gott uppmøti og gert tínar innlatingar, so fært tú vanliga loyvi at ferðast.
- Fylg við, hvørjar treytir tín skúli setur fyri at góðkenna tína fráveru.
- Um tú ikki røkir skúlan nóg væl, kanst tú rokna við ikki at sleppa við á ferðini. Í øllum førum telur ferðin sum vanlig frávera.
3. Tú skalt boða skúlanum frá hvørja ferð tú skalt við landsliðnum
- Tá tú fært boð um landsliðstúr, søkir tú beinanvegin um ferðaloyvi frá skúlanum – og í minsta lagi 10 dagar fyri fráferð. Tú skalt søkja um ferðaloyvi frá skúlanum, hvørja ferð tú ferðast við landsliðnum.
- Skúlin ynskir skrivliga váttan fyri ferðina. Avvarðandi ítróttagrein sendir úttøkuboðini fyri landsliðið beinleiðis til skúlan, um hetta ikki er møguligt, kann næmingurin vísa váttan á annan hátt.
- Yvirlit yvir ÍSF-vegleiðarar á ymisku skúlunum: uvs.fo/urval
Góð ráð til tín sum næmingur og ítróttafólk
- Sig lærarum, skúlaleiðslu ella ÍSF-vegleiðarum frá so skjótt sum tú veitst um túrin
- Ver ágrýtin í skúlanum – tað hjálpir tær eisini sum ítróttafólk