dscn1399

Skeið fyri venjarum, hjá børnum og ungum
– Ítróttur fyri børn og ung.

Skeiðið verður 25 og 26 september 2009 í Klaksvík í hølunum hjá KBI. Fríggjakvøldið 25/9 frá kl. 18.00 til 21.00 og leygardagin 26/9 frá kl. 9.00 til 18.00.

Evni:

–       ítróttarpædagogikkur

–       Ítróttarumhvørvi

–       Menning hjá børnum

–       Venjing

–       Trygd og ábyrgd

–       Etikkur og moralur
Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt. Leygardagin verður praktisk venjing, so tá er gott við ítróttarklæðum.

Ongin próvtøka er, men kravt verður at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at byggja víðari uppá skeiðið.

Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:

–       Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt

–       Tú blívur vitugur við evni sum námsfrøði, venjaratypir, málsetan og týdningin av ítróttarumhvørvi

–       Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiði er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur.

Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Anniku á telduposti ahl@isf.fo ella á tlf.: 282331.