Til Ítróttatingini 2025 varpa vit ljós á venjaraleiklutin í føroyskum ítrótti:
Venjarin er hjartaslátturin í føroyskum ítrótti. Tey standa í kulda og regni, tíðliga og seint. Tey arbeiða treytaleyst og sjálvboðin, men við eldhuga og gleðini, sum bara ítróttur kann geva.
Til ítróttatingini 2025 seta vit venjaraleiklutin í miðdepilin.
Undir yvirskriftini “Venjarin hjá børnunum, breiddini og teimum bestu” seta vit sjóneykuna beinleiðis á venjaran – og hvussu vit í feløgum og sambondum kunnu styrkja og menna henda avgerandi leiklut.
Hvussu gera vit tað lættari at gerast og vera venjari? Hvussu menna vit dygdargóðar venjarar? Og hvussu skapa vit karmar, har venjarar trívast, mennast og verða virdir, sum lyklapersónarnir í føroyska ítróttafelagsskapunum?
Vit fáa vitjan av Claus Dalgaard-Hansen
Til hesi kvøldini fáa vit vitjan av einum av royndastu og kendu venjara- og talentmennarum í norðurlondum: Claus Dalgaard-Hansen.
- Claus hevur verið virkin í hondbóltsheiminum í fleiri áratíggju og hevur drúgvar royndir sum venjari hjá børnum, ungum og vaksnum.
- Frá 2008 til 2018 var hann ungdómslandsliðsvenjari og talentstjóri í Danska hondbóltssambandinum.
- Hann hevur verið hjálparvenjari hjá danska A-landsliðnum hjá monnum.
- Seinastu árini hevur hann virkað sum talentmennari fyri Norska hondbóltssambandið, har hann bæði arbeiðir beinleiðis við leikarum og við at styrkja menningararbeiðið hjá feløgum kring landið.
Claus er eisini kendur fyri áhaldandi at virka fyri nøkrum grundleggjandi hugsjónum um at síggja íðkarar sum “heil menniskju” – ikki bara sum ítróttafólk. At skapa trygg, kveikjandi og mennandi venjingarumhvørvi, og at varpa ljósa á týdningin av samstarvi millum feløg, útbúgvingarstovnar, foreldur og sambond fyri at tryggja eina heildarmenning av ungum íðkarum.
Ítróttatingini 2025
Ítróttatingini verða týskvøldið 27. mai í Tórshavn og mikukvøldið 28. mai í Klaksvík.
Tiltøkini eru ókeypis, men tað krevur tilmelding. Tilmelding fer fram umvegis www. atgongumerki.fo
Leinkja til tiltakið í Tórshavn
Leinkja til tiltakið í Klaksvík
Skrá:
Kl. 19:00 – Vælkomin
Kl. 19:15 – Claus Dalgaard-Hansen: Hvussu styrkja vit venjaraleiklutin í feløgum kring landið?
Kl. 20:15 – Steðgur
Kl. 20:30 – Umboð frá sambondum og feløgum greiða frá sínum arbeiði við venjaramenning
Kl. 21:00 – Kjak og orðaskifti
Vit gleða okkum at síggja teg!