Óløtnir venjarar og leiðarar í føroysku ítróttarfeløgunum brúka tilsamans 449.682 tímar um árið til sjálvboðið virksemi í ítróttafeløgunum. Hetta svarar til 265 fulltíðar ársverk.

Hetta staðfesti ein greining í 2009, og er hetta talið óivað á somu leið í dag.

Í hvørji bygd og hvørjum býi kring landið er hópin av fólki, ið virka sjálvboðið innan ítróttin, sum venjarar, leiðarar, nevndarlimir og við praktiskari hjálp av øllum handa slagi.

Saman leggja tey lunnar undir størstu frítíðarrørsluna í Føroyum, sum tryggjar okkara børnum og ungu sunnan likamliga venjing og menning og skapar sosial sambond, sum vara alt lívið.

Land og kommunur arbeiða støðugt við at betra karmarnar kring ítróttin, og tað fegnast vit um.

Visiónirnar eru nógvar hjá ítróttarrøsluni, og tí eru fíggjarligu karmarnir eisini sera týdningarmiklir bæði hjá lokalum feløgum og sersambondum og Ítróttasambandinum. Hesir karmarnir eru teir, sum loyva sjálvbodnu ítróttarrørsluni at fremja visiónirnar í verki.

Okkara vón er, at myndugleikarnir saman við okkum støðugt vilja arbeiða fyri at betra um karmarnar og grundarlagið undir sjálvbodna arbeiðinum.

Ítróttasamband Føroya

Petur Elias Petersen, forseti