Seinasta vikuskiftið, 16. & 17. januar skipaði ÍSF fyri venjara 1 skeiði í Bylgjuni í Runavík. Hetta var eitt innanhýsis skeið fyri venjarar hjá fimleikafelagnum Støkk.
12 venjarar luttóku a skeiðnum, og hesir fingur handa prógv tá, skeiðið var liðugt.

Venjara 1 skeiðið er sera væl egna til venjarar, sum venja børn og ung í øllum ítróttagreinum. Skeiðið tekur ikki støðið í tí einstøku ítróttagreinini, men fevnur um allar teir grundleggjandi lutirnar, sum ein venjari eigur at taka atlit til, tá ein venur børn og ung.

Innihaldi á skeiðnum var bæði teoretiskt og praktiskt, og umfataði evnini:

  • Ítróttur og venjing
  • Ítróttaskaðar
  • Ítróttur og børn.

Fimleikafelagið Støkk er eitt av teimum føroysku Itróttarfeløgunum, sum leggur stóran dent á at hava útbúnar venjarar til síni lið. Hetta gleðast vit í ÍSF almikið um, tí kanningar vísa greitt, at ein av mest tíðandi orsøkunum til at børn og ung trívast í ítróttinum, er venjaraleikluturin.

ÍSF vil tí vera við til at tryggja, at góðskan í frítíðartilboðunum hjá børnum og ungum, er á so høgum fakligum støðið sum møguligt.

Undirvísari var Heri Ziska

Á myndini síggjast tey 12, sum fingu handa prógv eftir lokið skeið.

Hesi vóru: Jóhan Steingrund – Ámundur Berthelsen – Jógvan Martin Langaard – Jákup Oluf Langaard – Rókur T. Rasmussen – Karlina Justinussen – Karin í Homrum – Amona Karina Reyná – Anna Hanusson Joensen – Dávid Jónhardsson – Leivur Lassen og Rani T. Rasmussen.