Um slakar 3 mánaðir – leygardagin 13. juli – verða 15. oyggjaleikirnir settir á Bermuda.
Eini 100 føroysk ítróttafólk umframt leiðarar, venjarar og miðlar leggja longu leiðina yvirum hav umborð á airbussinum hjá Atlantic Airways. Samlaða flogtíðin er 9 tímar við millumlending í St. Johns í Newfoundlandi.
Føroysku ítróttafólkini fara at kappast í badminton, beach volley, borðtennis, fimleiki, flogbólti, fjallasúkkling, frælsum ítróttí, golf, skjóting, súkkling, tennis og triathlon.
Føroyar hava bjóðað seg til at fyriskipa leikunum í 2019, og tí hava ÍSF og landsins myndugleikar mett tað hava stóran týdning, at vit vísa áhuga komandi leikirnar – eisini tá leikirnir eru á fjarskotnum støðum sum Bermuda.
Føroyar tóku í síni tíð undir við, at Bermuda fekk limaskap í Altjóða Oyggjaleikafelagsskapinum, og tí hevur ÍSF mett tað sum rætt, at Bermuda eisini fær møguleikan at fyriskipa leikunum.
Vegna búskaparkreppuna kring heimin seinnu árini og stóru fjarstøðuna til Bermuda, hava nógvar av limaoyggjunum valt at senda ein smærri hóp enn vanligt til oyggjaleikirnar í summar.
Føroyski hópurin, sum er á leið eins stórur sum vanligt, er tann triðstørsti á leikunum, og hava fyrireikararnir á Bermuda fleiri ferðir takka Føroyum fyri samhaldsfesti, sum Føroyar hava víst teimum við stóru føroysku luttøkuni.
At Føroyar kunnu vera so væl umboðaðar kemst av, at landið gav ein serligan stuðul til luttøkuna á júst hesum leikunum, og at Atlantic Airways vísti stóra vælvild við at samskipa flogferðina til Bermuda og heim aftur.
Ítróttagreinirnar, ið skulu senda fólk til Bermuda í summar, eru í løtuni í ferð við at velja sínar luttakarar út.
Spennandi verður at fylgja gongdini hesar seinasta mánaðirnar fram til leikirnar og ikki minni sjálvum leikunum, ið av álvara byrja sunnudagin 14. juli.