Nú nærkast til ÍtróttaFAGNAÐIN 2026, sum verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 6. februar 2027. Tiltakið er alment.

Tá fara vit enn eina ferð at heiðra: ítróttafólkum, venjarum, felagsskapum og sjálvbodnum – tí uttan tey, er eingin ítróttur.

Men fyrst mugu vit fáa innstillingar frá tykkum – niðast finna tit síðuna við reglugerðum og innstillingarskjølum, har tit inntil 1. desember 2026 kunnu innstilla til Ársins:

  • Felagsskap
  • Venjara
  • Eldsál
  • Sólstrálu
  • umframt til Heiðursskjal Poul E. Petersen

Sambond innstilla til Ársins: Navn og Stjørnuskot.

Stutt áðrenn tiltakið, kunnu tit atkvøða um bestu ÍtróttaLØTUNA 2026.

Innstillingar til ÍtróttaFAGNAÐIN 2026