Skeið fyri venjarum hjá børnum og ungum
-Ítróttur fyri børn og ung

Tað eru komin 4 avboð til venjaraskeiðið, sum verður í kvøld kl. 18-21 og í morgin leygardagin frá 9-17.

Tískil vera plássini boðin út til tey sum hava áhuga. Tit eru vælkomin at tilmelda tykkum við at ringja á tlf.: 282331

 

Skeiðið verður 19 og 20 september 2008 í ÍSF-húsinum. Fríggjakvøldið 19/9 frá kl. 18.00 til 21.00 og leygardagin 20/9 frá kl. 9.00 til 17.00.

Evni:

–       ítróttarpædagogikkur

–       Ítróttarumhvørvi

–       Menning hjá børnum

–       Venjing

–       Trygd og ábyrgd

–       Etikkur og moralur

 

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, Leygardagin verður venjing í Badmintonhøllini.

Ongin próvtøka er, men kravt verður at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.

Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá Danska Ítróttasambandinum.

Hvat fært tú burturúr:

–       Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt

–       Tú blívur vitugur við evni sum námsfrøði, venjaratypir, málsetan og týdningin av ítróttarumhvørvi

–       Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

 

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiði er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar, matur og evt. gisting í FSF-húsinum.

Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Anniku á telduposti ahl@isf.fo ella á tlf.: 282331.