Sunnudagin 27. mai endaði skeiðið Venjari 2, og fingu sjey venjarar prógv. Trý onnur hava tikið partvíst lut í skeiðnum, og fáa hesi prógv, tá tey taka restina eina aðru ferð. Hesi sjey umboða svimjing, rógving, frælsan ítrótt, súkkling og fimleik.
Skeiðið hevur verið skipað soleiðis, at venjararnir hava fingið undirvísing trý vikuskiftir í vár, har evnini hava verið
Vikuskiftið 1
Undirvísarar: Sølvá J. Joensen, Rigmor N. Arge og Heri Ziska
– Føðsla
– Teknikvenjing
– Ítróttasálarfrøði
Vikuskiftið 2
Undirvísarar: Pernille og Mads Winsløv Wied
– Fysisk venjing
– Konditiónsvenjing
– Venjaraleikluturin
– Styrkivenjing
Vikuskiftið 3
Undirvísarar: Pernille og Mads Winsløv Wied
– Venjing svarandi til aldur
– Ítróttaskaðar
– Tilrættisleggjan av venjing
Á myndini síggjast Mads og Pernille Winsløv Wied saman viđ teimum 7 luttakarunum, ið hava gjøgnumført alt skeiðið
Um hendan hópin siga Mads og Pernille, at tað var “et super godt hold” og: “de har fortjent stor klapsalver fra deres klub og forbund“.
Undirvísararnir eru sera væl nøgdir við, at venjararnir hava luttikið so aktivt í undirvísingini – bæði teoretiskt og praktiskt. Til lukku við próvnum, tit sjey. Tað er heilt víst ein góð íløga, at senda venjarar á slík skeið til menning og íblástur.