Úrslit langt oman fyri tað væntaða

Høvuðsniðurstøðan í umfatandi greining av føroyskum úrvalsítrótti er greið: Føroyar avrika betur í altjóða úrvalsítrótti, enn vanliga kann væntast av íðkarum í einum samfelagi við umleið 55.000 íbúgvum.

Seinastu árini hava Føroyar gjørt stór framstig í fleiri ítróttagreinum. Hondbóltslandsliðini hava kappast í endaumførum á hægsta evropeiska og altjóða stigi, og í 2025 vann U21-landsliðið hjá monnum bronsu í heimsmeistarakappingini.

Í fótbólti gjørdist KÍ í 2023 fyrsta føroyska fótbóltsliðið, sum rakk bólkaspælinum í einari evropeiskari kapping. Føroysk ítróttafólk hava eisini vunnið sær stór altjóða úrslit í HM, EM, OL og Paralympisku leikunum, eins og Føroyar eisini vunnu oyggjaleikirnar í 2025. 

Ítróttasamband Føroya (ÍSF) hevur latið Idrættens Analyseinstitut (IDAN) gera eina umfatandi greining av føroyskum úrvalsítrótti, og niðurstøðan er, at Føroyar eru ein lítil tjóð, sum avrikar oman fyri allar væntanir. 

Frágreiðingin Elite Sport in the Faroe Islands tekur støði í altjóða SPLISS-leistinum og lýsir bæði styrkirnar í føroysku úrvalsskipanini og tey øki, sum eiga at mennast.

Rasmus K. Storm, greiningar- og granskingarleiðari hjá IDAN, og Klaus Nielsen, professari emeritus á Birkbeck, University of London, hava gjørt greiningina. 

Frá góðum úrslitum til eina sterkari skipan

Sterkur felagsskapur, sjálvboðið arbeiði, eldhugi og eftirlagingarføri hava verið avgerandi fyri føroysku úrslitini. Frágreiðingin vísir samstundis, at úrvalsskipanin framvegis er ung og nýggj og hevur fleiri menningarøki.

Í nógvum sambondum er fyrisitingarliga orkan avmarkað, og í fleiri ítróttagreinum er heimliga venjingar- og kappingarumhvørvið ov lítið til at menna bestu íðkararnar heilt upp á hægsta altjóða stig.

Fráfallið í tannárunum er eisini ein avbjóðing, serliga hjá gentum og ungum kvinnum. Í einum so lítlum samfelagi hevur tað stóran týdning at varðveita flest møguligt íðkandi og skapa smidligar leiðir inn í úrvalsítróttin.

Høvuðstilmæli

IDAN mælir millum annað til:

  • at hækka og tryggja fígging til úrvalsítrótt í fleiri ár
  • at stovna føroyska úrvalsmiðstøð við felags serfrøði og stuðulstænastum
  • at styrkja leiðslu, fyrisiting og venjaramenning
  • at minka um fráfallið og raðfesta kvinnuítróttin
  • at betra møguleikarnar til at sameina úrvalsítrótt við útbúgving og arbeiði
  • at styrkja gransking, útbúgving og vitanardeiling
  • at skipa strategiskt samstarv við onnur
  • at halda fram við at kanna møguleikarnar fyri IOC-góðkenning

Hvat hendir nú?

Frágreiðingin gevur ÍSF, Úrvali og sersambondunum eitt sterkt vitanargrundarlag at byggja víðari á. Næsta stigið er at gera tilmælini til ítøkilig átøk, sum kunnu gera framgongdina støðugari og meira haldføra.

ÍSF og Úrval fara nú at arbeiða víðari við niðurstøðunum og framtíðar menningini av føroyskum úrvalsítrótti.

Les meira:

Les ein samandrátt av frágreiðingini her:

Les frágreiðingini her:

  • Elite Sport In The Faroe Islands

Aðrir miðlar:

Frá vinstru: Klaus Nielsen, professari emeritus á Birkbeck, University of London; Rasmus K. Storm, ph.d. og greiningar- og granskingarleiðari hjá IDAN; Signar Hilmarsson, úrvalssamskipari hjá ÍSF.

ÍSF takkar høvundunum og øllum ítróttafólkum, venjarum og leiðarum, sum hava luttikið í samrøðum og á annan hátt stuðlað arbeiðinum.

Samband:
Signar Hilmarsson, úrvalssamskipari
Ítróttasamband Føroya
signar@isf.fo